Mentan

Spontan improvisatión og ótejmandi melankolskur jazzur

Spontan improvisatión og ótejmandi melankolskur jazzur leygarkvøldið 28. januar kl. 20.30, tá føroysku/norsku bólkarnir Flukten og Apus Apus vitja í Listastovuni.

2023-01-28 12:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Flukten er ein føroysk/norsk jazzkvartett. Bólkurin varð til tá ið Noreg lá niðurstongt undir koronafarsóttini í mars í 2020. Tá møttust teir fýra tónleikararnir einaferð um vikuna, og høvdu sín tónlistarliga frístað, har tað einasta á skránni var at skapa tónleik í løtuni.

Bólkurin fær sín íblástur frá bólkum sum Paul Motian Trio, Salif Keita, The Police og mongum øðrum, men bólkurin hevur uppá stutta tíð gjørt sín egna, sermerkta stíl, har improvisatión og spontanitetur eru í hásæti.

Flukten stendur av tónleikarum, sum hava gjørt um seg á evropeiska jazzpallinum í bólkum sum: Hanna Paulsberg Concept, Atomic, Moskus, GURLS, Wako, Espen Berg Trio, Skadedyr og Trondheim Jazzorkester.

Í september í 2021 gav Flukten sína fyrstu plátu út, við heitinum “Velkommen håp.” Plátan varð væl móttikin av ummælarum, og varð vald til eina av ársins bestu plátum í viðurkenda bretska tónleikablaðnum Mojo. “Velkommen håp” vann eisini ársins Spellemann - hin mætasta tónleikaheiðurslønin í Noregi - í greinini jazz.

Flukten er:
Karl Hjalmar Nyberg, saxofon
Marius Hirth Klovning, guitar
Bárður Reinert Poulsen, bass
Hans Hulbækmo, trummur

Apus Apus er ein Oslo basera jazz/rock trio við limum úr Noreg og Føroyum.

Tónleikurin til Apus Apus, á sama hátt sum feigdarsveimarin(fuglur) flytur seg frá ymiskum landskøpum uttan at lenda. Á hendan hátt er tónleikurin ein kontinuerlig ferð gjøgnum fleiri ymisk landskøp og tema. Trioen blandar tað melankolska frá nordiskum jazzi, við tað energiska og ótemjandi úr rock tónleikinum.

Improviseraði pettir føra lurtarin frá kaos til kosmos, og geva eina nýggja heildarmynd tá tey verða sett saman.

Apus Apus er:
Oddur Joensen, guitar
Ole Martin Solberg, bass
Sivert Stensø, trummur

Bólkarnir báðir, eru á ferð í Føroyum í samband við Vetrarjazz festivalin.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder