Ítróttur

Starvsnevndin varð afturvald og fyrrverandi nevndarlimir heiðraðir

Á ársaðalfundi hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon (SST) tann 9. mars 2022, stóðu tveir limir nevndarinnar fyri valið. Kári Davidsen, formaður, og Arnfinnur Helmsdal, nevndarlimur, stillaðu upp aftur til endurval og ein samdur nevndarfundur valdi báðar nevndarlimir aftur í nevndina. Ein varalimur stóð eisini fyri valið. Rigmor Rasmussen stillaði ikki uppaftur, og í hennara stað varð valdur Jan Hjaltalin Olsen.

2022-03-15 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis fyri komandi skeið.

  • Kári Davidsen, formaður
  • Kjartan Egholm, næstformaður
  • Arnfinnur Helmsdal, nevndarlimur

NEVNDARLIMIR HEIÐRAÐIR VIÐ SILVUR- OG GULLNÁLUM FRÁ ÍSF

Á aðalfundinum vórðu fleiri núverandi og fyrrverandi nevndarlimir heiðrarir við nálum fyri trúgva tænastu í nevndini hjá SST sum nevndarlimir og formenn.

  • Høgni Rúnason Øster, silvurnál
  • Evald Rasmussen, silvurnál
  • Andrass Joensen, silvurnál
  • Gunnar Dahl-Olsen, silvurnál
  • Kjartan Egholm, gullnál

Hesum verður aftur einaferð ynskt takk fyri stóra arbeiðið fyri súkkling og triathlon ítróttin í Føroyum.


FRÁGREIÐING NEVNDARINNAR

Kári Davidsen, formaður í SST, greiddi soleiðis frá nevndarinnar vegna:

2021 var tíbetur ørðvísi enn 2020 á nógvar mátar. Hóast COVID19 framvegis ávirkaði heimin og Føroyar, so var hetta ikki eins ógviligt sum  í 2020.

SST og limafeløgini megnaðu at halda allar tær 8 FM-kappingarnar, sum vóru ætlaðar, umframt at tíð og orka var til fleiri aðrar kappingar, og ikki minst nýggjar kappingar og tiltøk, herundir Føroyaleikir, sum vórðu hildnir á fyrsta sinni.

Ársins fyrsta FM-kapping var FM í einkultstarti, sum varð hildin á Strondum. Nýstovnaða felagið Troy skipaði fyri kappingini og eiga tey nógv rós uppiborið fyri eina sera væl skipaða og væl avviklaða kapping. Handan rutan verður heilt sikkurt ein klassikari. Hjá monnum vann Helgi, við Dáva á 2. plássi og Jákup Peturi á 3. plássi, og hjá kvinnunum var tað Maria, sum tók FM-heitið framman fyri Elsu á 2. plássi og Rigmor á 3. plássi.

FM-kappingarnar í triathlon vórðu báðar hildnar í juli. Fyrsta kappingin var á olympiska teininum og varð hendan hildin í Klaksvík á Føroyaleikum. Aftur hesa ferð var tað eitt av okkara nýggju feløgum, sum skipaði fyri, og megnaði Norðstrok at skipa og halda bestu triathlon-kapping, sum er hildin í Føroyum. Har varð alt gjørt til UG, bæði hvat viðvíkur trygd og avsperring og undirhaldi og øllum. Kappingin var tøtt, og tað var skiftandi hvør lá á odda. Í svimjingini legði Jóan Petur seg beint á odda og kom fyrstur úr sjónum. Á súkkluni legði Andrass Joensen seg síðani framum og at enda rann Jákup Petur skjótast og koma fyrstur á mál. Rigmor Napoleonsdóttir Arge var einasta kvinna, ið luttók í FM á olympiska teininum, men hon noyddist at steðga aftaná súkklingina.

Í FM á sprint-teininum, sum varð hildið 24. juli, eydnaðist tað Andrassi at býta um uppá raðfylgjuna og vann hann við góðum 2 minuttum til Jákup Petur á 2. plássi og síðani uml. 30 sekundum afturat til Peter Jensen á 3. plássi.

Havnin var karmur um FM í Býarsúkklingina 2021, sum varð hildið 1. oktober 2021. Kappast var í hjartanum í Havnini, og súkklað var eftir Áarvegnum, niðan á Tinghúsvegin, oman eftir Sverrisgøtu, eftir Tórsgøtu, niðan eftir Mylnugøtu, eftir Húsabrúgv, og so oman eftir Bringsnagøtu, og aftur niðan Áarvegin. Málið var á Vaglinum, við Kioskina hjá Astu. Í opna bólkinum hjá monnum vann Helgi frammanfyri Gunnar á 2. plássi og Jákup Peturi á 3. plássi. Maria hevði onga kvinnu at kappast við í opna bólkinum, men hon stóð seg væl millum menninar, og gjørdist FM vinnari hjá kvinnum 2021. Serliga stuttligt var tað at tveir ungir mans vóru við í U23-bólkinum. Niklas Hallgren Niclassen og Bjørn Sjúrður Patursson kappaðust og var tað Niklas, ið kom fyrstur á mál og tí gjørdist FM vinnari í U23 hjá monnum í 2021.

FM-kappingin í vegasúkkling skal eins og í fjør framhevast fyri fleiri positiv ting: aftur hesa ferð fyri tal av luttakarum og eitt framúrskarandi tiltak aftaná kappingina, men so sanniliga eisini fyri blíðskapin frá Skálavíkar kommunu. Umframt at vaktir og motorsúkklur ansaðu væl eftir nógvu súkklarunum, so bleiv eisini tikið væl í móti súkklarunum á Mølini í Skálavík, tá teir komu ”avbardir” av nógva vindinum, troyttir á mál. Borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen, handaði heiðursmerkir og ferðasteyp til vinnararnar. SST fer enn einaferð at takka Skálavíkar kommunu fyri eitt fyrimyndarliga væl skipað tiltak, og vit gleða okkum til at endurtaka sukséina í 2022. Á longra teininum kom Helgi fyrstur á mál frammanfyri Hilmar á 2. plássi og Casper á 3. plássi. Í opna bólkinum hjá kvinnunum var tað hesa ferð Tórvør, sum tók 1. plássi og FM-heitið, við Mariu á 2. plássi. Á styttra teininum hjá monnum var tað Andrass, sum tók fyrsta pláss, við Einar Vang á 2. plássi og Sverra Mohr Edvinssyni á 3. plássi, og á styttra teininum hjá kvinnum var tað Heidi Jacobsen, sum tók fyrsta pláss, við Bjørg Reinert Højgaard á 2. plássi og Magnu Hammer á 3. plássi.

Fjallasúkklingin hevur tíanverri fingið eitt skot fyri bógvin í 2021 við avtøkuni av Fjallasúkklufelagnum, og sást hetta aftur í FM-kappingunum. Fyrst vórðu FM-kappingarnar avlýstar vegna væntandi undirtøku, men tíbetur vórðu hesar kortini hildnar í desember. Tó var talið av luttakarum ikki so høgt, sum tað onkuntíð hevur verið. Í kappingini á stuttteini gjørdust vinnarnir Maria Svabo Hansen og Helgi Winther Olsen. Maria var einsamøll at kappast hjá kvinnunum og hjá monnum gjørdist Hilmar Hansen næstur og Jákup Petur Eliassen triði súkklari á mál. Á langteininum vann Helgi frammanfyri Gunnar og Jákup Petur. Og í olympiska teininum, sum varð hildin sum partur av Nýggjársfleirkappingini, vann Helgi frammanfyri Hilmar og Gunnar. Maria Svabo Hansen gjørdist vinnari hjá kvinnum.

Nógvar aðrar kappingar eru hildnar innan súkkling og triathlon í 2021, og kann eg ikki nevna allar, men eg vil tó gjarna taka okkurt framum. Kring Føroyar aftur hildið í 2021 við nýggjum formati og nógvum luttakarum, men tað er serliga Føroyaleikir, sum standa sterkast í mínum minni. Har vóru væl skipaðar kappingar í fjallasúkkling – bæði stutttein og downhill – men tað er avbjóðingin: ein túrur á 105 km við 1900 hæddarmetrum, sum var ein tann besti sukklutúrurin á árinum. Veðrið, rutan, fólkini og mál-veitslan gjørdu hetta til ein serliga minniligan súkkludag. Tiltakið riggaði so mikið væl, at SST ætlar sær at endurtaka og útbyggja. Avbjóðingin verður tó ikki partur av Føroyaleikum í ár.

2021 var árið har SST – fyri fyrstu ferð í 10 ár – fekk tvey nýggj limafeløg. TROY varð stovnað á Strondum 12. Apríl og Norðstrok varð stovnað í Klaksvík 22. mai. Hetta hevur ovurhonds stóran týdning fyri sambandið og ítróttina hjá okkum í Føroyum. Feløgini bæði hava, sum nevnt omanfyri, megnað at hildið avbera væl skipaðar kappingar í ár, og vóna vit at tey fara at endurtaka successina í ár. Hóast tað sagtans kann tykjast strævið við nýggjum felagi við umsiting, venjingum v.m., so ert júst hetta nakað, sum SST fer at seta fokus á í ár, tvs. útbúgvingar av venjarum, dómarum, nevndarlimum v.m., soleiðis at hetta vónandi kann lætta nakað um – hjá øllum feløgum.

Árið í fjør var tó ikki uttan syrgiligar hendingar – og her sipi eg ikki til tey keðiligu óhappini, sum tíanverri hendu undir kapping – men at vit máttu siga farvæl við eitt av okkara limafeløgum. Fjallasúkklufelagið valdi á sínum 10 ára degi at takka fyri seg, og tóku tey avgerð um at avtaka felagið við árslok 2021. Hetta er ógviliga keðiligt fyri fjallasúkklingina í Føroyum, tí felagið hevði gongd í nógvum góðum tiltøkum við m.a. barnavenjingum, sum nú er hildið uppat. Tað er okkara vón – og eisini skal eg hervið senda eina áheitan til øll limafeløgini – at taka upp tráðin eftir Fjallasúkklufelagið við at møta teimum ungu har tey eru og geva teimum skipaða venjing.

Í samband við at Fjallasúkklufelagið varð tikið av, so var tað serliga verkætlanin við fjallasúkklubreytini í Flatnahaga, ið vit vildu tryggja okkum ikki datt niðurfyri. Tískil hevur SST yvirtikið hesa verkætlan. Málið er at hava eina oyggjaleikabreyt til oyggjaleikir í Føroyum 2031 og eisini at hava møguleika fyri at kunna halda NM í fjallasúkkling einaferð við UCI limaskapi. Hetta er arbeiði er, sum nevnt, yvirtikið av SST og hava vit verið á sera positivum fundi við Tórshavnar Kommunu, sum heldur hetta vera eina áhugaverda verkætlan, ið eigur at kunna gerast veruleiki. Støðan í tí málinum nú er at SST arbeiðir við at gera eina fullfíggjaða umsókn til Tórshavnar Kommunu.

Para-olympisku leikirnir vórðu hildnir í Tokyo í august, og hóast hann ikki stillaði upp í triatlon, sum ætlanin var, so er tað OKKARA Hávard Vatnhamar, sum luttók í marathon-kappingini í renning. Hávard hevur villar planir fyri Paris 2024, og hava hesar planir verið viðvirkandi til at SST hevur sett ferð á arbeiði við at fáa altjóða limaskap í ávikavist UCI og World Triathlon. Limaskapur er krav fyri at kunna luttaka undir Merkinum. Føroyar kunnu tó ikki fáa fullan limaskap í hvørki UCI ella World Triathlon, men kunnu fáa at-limaskap ella associate membership. Hetta merkir at SST fær luttøku- og talurætt og mangt annað, men hevur ikki atkvøðurætt og kann heldur ikki stilla upp til heimsmeistaraskapini. Tó kunnu føroyingar umboða Føroyar í Para-OL.

Fyrsta fetið móti altjóða limaskapi varð tikið í vikuskiftinum tá ið ein sendinevnd frá SST tók lut á 34. kongressini hjá UEC, sum er europeiska súkklusambandið. SST luttók sum observatør og fingu vit knýtt nógv nýggj sambond við m.a. umboð frá Íslandi, Noreg, Svøríki, Rumenia, Polen, Ísrael og ikki minst Danmark. Eisini fingu vit høvi at heilsa uppá forsetan í UCI, Mr. David Lappartient, og forsetan í UEC, Mr. Enrico della Casa. Limaskapurin í hesum felagsskapum er so øgiliga nógv meiri enn bara luttøka í kappingum og Para-OL, tí hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri vitanardeiling, stuðulsmøguleikar, útbúgving og mangt annað. Og longu nú – bara fáar dagar eftir kongressina – hava tey sambond, ið vit fingu, longu víst seg at hava ítøkiligar møguleikar við sær. Hetta skulu vit nokk kunna um seinni, tá ið okkurt ítøkiligt er komið burturúr.

Inngangurin hjá okkum til UEC-kongressina var gjøgnum DCU, og hava tey víst seg at verið sera hjálpsom, bæði í samband við altjóða limaskapin, men eisini í mun til hjálp til tær avbjóðingar, sum vit sum samband og okkara limafeløg standa yvirfyri. Serliga formaðurin í DCU, Henrik Jess Jensen, hevur verið sera aktivur og hjálpsamur. Bæði DCU og Triatlon Danmark eru sera áhugaði í at hjálpa, og fara vit kunna bjóða tykkum limafeløgum tilfar til íblástur í mun til barna- og ungdómsarbeiði, venjaraútbúgvingar og dómaraútbúgvingar. Vit kunnu umrøða hetta eitt sindur nærri undir ymiskt.

SST setti í fjør ein umsitara hálva tíð, men eftir bert 6 mánaðar í starvinum valdi hon at søkja nýggjar avbjóðingar. Hetta førdi til nakrar mánaðar uttan umsitara, men pr. 1. oktober, vóru vit so heppin at fáa Lenu í starv, og tað eru vit sera fegin um. Tit hava øll møtt henni og hon tekur sær av øllum í mun til umsiting og mangum øðrum.

Í 2020 settu vit 3 landsliðsvenjarar, ein fyri hvørja høvuðsdisciplin, men 2 av hesum máttu gevast aftur í 2021. Torkil mátti trekkja seg sum landsliðsvenjara, tá ið hann fekk nýtt starv, og Kristian Martin mátti trekkja seg tá ið hann gjørdist landsliðsvenjari í svimjing. Hetta gjørdi at nevndin valdi at seta Helga sum landsliðsvenjara fyri allar greinar, og er hann so spakuliga farin í gongd við hetta arbeiði. Helgi arbeiðir tó framvegis við menning innan SST, og skal nevndin í næstum saman við Helga og eisini Lenu, finna útav og avgera hvussu arbeiði og uppgávurnar skulu býtast. Hetta fara tit eisini at frætta nærri um.  

Tað eru nú 4 limafeløg í SST:

  • Tórshavnar Súkklufelag
  • Føroya Triathlon Felag
  • Norðstrok
  • TROY

Á aðalfundinum í fjør segði eg, at tað var okkara vón og væntan, at á aðalfundinum í ár, skuldu tað verða 5 limafeløg, sum greiða atkvøðu. Hetta rukku vit ikki, tí hóast vit fingu 2 nýggj limafeløg, so mistu vit tíanverri 1. Vit seta tó sama mál fyri aðalfundin næsta ár, so at tað tá eru 5 feløg, sum greiða atkvøðu.

Takk fyri!

Aðalfundurin tók frágreiðingina til eftirtektar uttan viðmerking.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder