Vinna

Størri ídnaðarøkið og fleiri parkeringspláss við flogvøllin

Tað eru stórar útbyggingar í gongd í Sørvágs kommunu - ídnaðarøkið verður økt við 50.000 fermetrum og parkeringsøkið viið flogvøllin verður gjørt nógv størri.

2023-09-22 16:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kommunan hevur keypt 50.000 kvadratmetar burtur av haganum Vørðufelli, t.e. áleið líka nógv, sum 8 fótbóltsvallir. Økið liggur millum ídnaðarøkið á Hálsi og fjallið Vørufellið.

Nógv av keypta økinum er avgrivið, nú verður borðað og gjørt klárt at skjóta og planera stóra ídnaðarøkið og eisini parkeringsøkið við flogvøllin.

Tað er J&K Petersen, sum bæði ger ídnaðarøkið og eisini parkeringsøkið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder