Mentan

Summartónar á Fiskastykkinum í kvøld

Í kvøld klokkan 20 verður summartónakonsert

2022-06-30 17:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í kvøld klokkan 20 verður summartónakonsert á Fiskastykkinum í Sandavági við lokala trubadurinum Holgari Jacobsen. Holgar er ein tónleikari, ið hevur givið nógvan tónleik út í Føroyum av ymiskum slagi. Síðstu tíðina mest sum singer-songwriter. Holgar hevur annars spælt í nógvum tónleikabólkum og er sera virkin enn.


Í samband við konsertina hevur Fiskastykkið opið til kl. 21.30, har til ber at fáa sær ein góðan nátturðabita áðrenn konsertina. 

Konsertin er ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder