Vinna

Sverri sleipaði ein útróðrarbát til Sørvágs

Ein útróðrarbátur fekk geartrupuleikar vestanfyri

2023-07-11 23:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 18 í kvøld fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið geartrupuleikar vestanfyri.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Sverra, sum var staddur á Miðvági, at fara at hjálpa bátinum. Báturin ið var staddur 7 fj. suður úr Mykineshólmi bleiv sleipaður til Sørvágs, har Sverri kom við honum klokkan 23.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder