Mentan

Tað núverandi og tað komandi

”Tí at eg haldi tað, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki eru aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum ” Rómverjabrævið 8.

2022-11-20 22:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit ógvast við tær ræðuligu og meiningsleysu líðingar, sum eru kring heimin, og vit spyrja, hvussu kann tað bera til, at vit menniskju og náttúran kunna vera so náðileys? Og hvussu leingi orkar menniskja at halda út, at liva undir slíkum korum? Nær endar alt hetta? Man tað vera eitt stað, har tað øvuta er til?

Jú, sigur Paulus í versinum omanfyri. Til er ein heilt onnur verð, ein heilt øvutur heimum enn hesin. Hann vil siga at orðini ”haldi tað”, merkir nakað tað sama sum at vedda upp á tað. Hugsa sær, tað vildi Paulus vedda upp á. Tá ið hann hugsar um allan tann mótburð, øll tey óhapp, sum kunnu raka okkum, tær mongu tornir, sum særa á vegnum; mongu neyðarrópini, sum stíga upp úr hjartanum,mongu beisku tárini, sum bara Gud og sálin sjálv sær, allur óndskapur, allar oyðileggingar, ið syndir kunnu volda okkum sjálvum, øll pína og líðing, øll sjúka og sorg, ið lívið hevur við sær á aðrari síðuni – og so á hinari síðuni dýrdin, sum er fyri framman, so vil hann vedda upp á, at tað fyrra ikki er vert at tosa um samanborið við tað seinna.

So má tað vera ósigandi gott.Tí tá er tað eins og loddið verður flutt av vinstru vágskálini, sum er trýst í botn, yvir á høgru vágskálina so at nú fer hon í botn.

Kortini eru tað tvey merkilig ting at samanlíkna. Tað fyrra er ónt, tað seinna er gott. Men tað er rætt at samanbera hesi bæði. Tí harvið kemur týðiliga fram, at hin komandi heimurin við allari tess dýrd er ein heilt annar enn núverandi heimur við øllum sínum tvørleika. So mangt er her at stynja undir, tí hetta er ein fallin verð, her syndin hevur fingið valdið. Fylgjurnar av syndini eru tí nakað, vit føla á kropp og sál. Men tað er so nógv at leingjast og gleða seg til, tá ið hin verðin kemur, tí hon ber ikki arr av syndini.

Latið okkum bara samanbera hesar heimar, so at vit eisini koma at síggja tann seinna av teimum, soleiðis sum skriftin lýsir hann; tí so kann vónin um tann seinna hjálpa okkum at halda út í tí fyrra. Hin fyrri varir bara eina tíð. Hin seinni varir um ævir.


John S. Myllhamar


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder