Ítróttur

Talv: Havnarmenn vunnu

Finaludysturin í gjár um føroyameistaraheitið í talvi millum Havnina og Sandavág gjørdist ein sannur gýsari. Spenningurin var elektriskur til síðsta leik í dystinum. Vágamenn máttu vinna dystin, skuldu teir endurvinna FM-heitið, havnarmenn stóðu seg við javnleiki. 

Havnar Telvingarfelag - føroyameistarar 2022. Anfinn Brekkstein handaði steyp og heiðursmerki vegna Tórshavnar Býráð. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Olaf Berg, Hjalti Toftum Jógvanson og Sjúrður Thorsteinsson. Martin Poulsen vantar á myndini - Mynd: portal.fo

Havnar Telvingarfelag - føroyameistarar 2022. Anfinn Brekkstein handaði steyp og heiðursmerki vegna Tórshavnar Býráð. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Olaf Berg, Hjalti Toftum Jógvanson og Sjúrður Thorsteinsson. Martin Poulsen vantar á myndini - Mynd: portal.fo

2022-03-27 11:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:

Til endans skuldi alt avgerast í talvinum á 1. borði millum Rógva Egilstoft og stórmeistaran Helga Dam Ziska. Støðan var tá 2-1 til Sandavág. Tað gjálvaði og breyt í bæði borð á toppborðinum. Tíðin var knøpp, og torført var hjá telvarunum at finna røttu leikirnar í eldfima endatalvinum. Báðir snávaðu. Leingi var líkt til, at Helgi fór av vinna, men so var hann óneyvur, Rógvi hevði nú javnleikin - og FM-sigurin í hendi - men tá dugdi hann ikki at finna besta leikin í sperdari støðu, og nú var stórmeistarin eirindaleysur.

Rógvi mátti nipin og vónsvikin leggja kongin eftir rættiligt maratontalv - hansara fyrsti ósigur í vetur. Helgi vann og tryggjaði Havnini føroyameistaraheitið í sonnum rokdysti, sum fekk algoystar áskoðarar at standa sum á glóðum og forvitnast. 


John Arni og Høgni

Sandavágsmenn fóru all in eftir sigrinum í dag. Teir høvdu styrkt seg við altjóða meistaranum John Arna Nilssen, sum í fjør kom á liðið hjá vágamonnum, men ikki fyrr enn í dag sást sterki útisetin í dysti fyri Sandavágs Talvfelag. Hetta man vera fyrsta talvið hjá John Arna í føroysku landskappingini í meira enn tjúgu ár.

47 ára gamli skopuningurin, sum í 2006 var fyrsti innborni føroyingur, ið tryggjaði sær heitið sum altjóða meistari, var í nøkur ár sterkasti telvari í Føroyum, og røkti 1. borð á landsliðnum á nøkrum olympiadum. 18 ára gamal flutti hann til Danmarkar at búgva í 1992. Tá hevði hann telvað eitt ár á 1. liði hjá Havnini, og hann var viðhvørt heima aftur, tá Havnar Telvingarfelag hevði boð eftir honum til avgerandi dystir miðskeiðis í 90-unum. Og í dag mundi hann koppa sínum gamla felag.

John Arni var ógvuliga sannførandi á triðja borði móti Carl Eli Samuelsen, sum fekk sviðan at kenna. Tað kendist, sum vant John Arni úr sínum mótstøðumanni. Sama tóktist føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á øðrum borði at gera. Hóast Olaf Berg royndi at spjálka sum frægast, tóktist hann máttleysur í hondunum á Høgna, sum hevur verið fullkomiliga suverenur í vetur. Høgni vann øll tíggju talvini í ár. Tað er næstan óhoyrt. 

Kanska einasta fordømi er Súni Ziska, sum útinti sama bragd á 2. borði hjá Havnar Telvingarfelag veturin 1982/83. Skarvslopið, hann tá gjørdi, bar í sær, at hann endaði á 1. borði hjá Føroyum í fyrstu 8-landakappingini á heysti 1983. Og tá gjørdi Ziskamaðurin - pápabeiggi stórmeistaran Helga - ikki mætari enn at syfta Simen Agdestein á 1. borði í landsdysti móti Noregi í Oslo í minniligum og flottum talvi. 

Annars er at siga, at Høgni vann eisini øll síni talv í meistarabólkinum, tá ið hann blaðungur vann fyrsta FM-heitið í 2014.


Stórmeistarin og lærlingurin

Teir, ið tryggjaðu Havnini FM-heitið í dag, vóru telvararnir á ávikavist 1.-, og 4. borði. 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol legði veteranin Torkil Nielsen niður í lívligari glíming millum yngsta og elsta telvaran í dystinum. Torkil sýntist at koma væl frá byrjanini, men so leyp hann rætt og slætt framav, og eftir tað var unglingin náðileysur við hann. Sigurin mundi kennast Luitjeni søtur, tí í fjør tapti hann fyri Torkili í avgerandi finaludystinum á Giljanesi, tá vágamenn vunnu.

Holla upplæringin hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska munar nú, tí yngsti maðurin á havnarliðnum hevur havt eitt fínt kappingarár í vetur. 

Annars er at siga, at Martin Poulsen var ikki tøkur hjá havnarmonnum í dag, men tað gekk kortini - stórmeistarin og lærlingurin ornaðu paragraffirnar!





Havnar Telvingarfelag - føroyameistarar 2022. Anfinn Brekkstein handaði steyp og heiðursmerki vegna Tórshavnar Býráð. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Olaf Berg, Hjalti Toftum Jógvanson og Sjúrður Thorsteinsson. Martin Poulsen vantar á myndini. 



Sandavágs Talvfelag gjørdist nummar tvey í ár. F.v.: (Anfinn Brekkstein), Torkil Nielsen, John Arni Nilssen, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen. Silas Eyðsteinsson vantar á myndini.



Vestmenningar fullu

Sum væntandi var, rakk tað ikki hjá vestmenningum í ár. Teir noyðast tí aftur tungu gongdina úr bestu deildini. 

Klaksvíkingar endaðu nummar trý, men tað var um reppið, at teir gjørdust ov stuttir. Eitt viknað klaksvíkslið - eingin Frændur við borðið í dag - tapti fyri B-liði havnarmanna, men við betri dystarskoru høvdu teir munin í sínamillum kappingini um triðja plássið.

Søga var annars skrivað, tá ið Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag sum fyrsta kvinna nakrantíð sást á liði í bestu føroysku deildini. Hon var í 2008 fyrsta genta, ið vann unglingameistaraheitið í talvi. Tvey ár seinni vann onnur genta, Sára Traber Olsen, úr Havnar Telvingarfelag sama FM-heitið í unglingadeildini.  


Seinasta umfar - 1. deild

10. Umfar tann 2022/03/26 kl. 11:00
Bo.6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg-3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg2 : 2
1.1FM

Egilstoft, Rogvi
2361-GM

Ziska, Helgi Dam
25390 - 1
1.2FM

Nielsen, Hogni Egilstoft
2384-FM

Berg, Olaf
21991 - 0
1.3IM

Nilssen, John Arni
2331-FM

Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
21811 - 0
1.4

Nielsen, Torkil
2168-

Apol, Luitjen Akselsson
21260 - 1
Bo.2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg-4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg1 : 3
2.1

Simonsen, Olavur
2217-

Mortensen, Rogvi
20181 - 0
2.2

Petersen, Terji
2030-

Jogvansson, Hjalti Toftum
19880 - 1
2.3

Hansen Eliasen, Bogi
1841-

Berg, Margar M.
19750 - 1
2.4

Hansen, Herborg
1776-

Jacobsen, Heidrikur T.
18640 - 1
Bo.1  Vestmanna Talvfelag 1Rtg-5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg1½:2½
3.1

Andreasen, Jakup A.R.
1999-

Baldursson, Rani
19900 - 1
3.2

Brekka, Martin
2059-

Johansen, Haldur Suni
1985½ - ½
3.3

Olsen, Alfred A.
1806-

Skaale, Janus
1862½ - ½
3.4

Durhuus, Kari O.
1774-

Solsker, Tummas M.
1843½ - ½


1. deild - endaliga støðan
Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Havnar Telvingarfelag 1 *  * 24430,517
2Sandavágs Talvfelag 12 *  * 344329,519
3Klaksvíkar Talvfelag 1½01 *  * 213318,09
4Havnar Telvingarfelag 2023 *  * 3½3218,08
5Klaksvíkar Talvfelag 2½½01111 *  * 13,56
6Vestmanna Talvfelag 10½½½12 *  * 10,51


Úrtøkan hjá toppliðunum

Oddaliðini HT og ST vóru í flokki fyri seg í fremstu deildini í ár. Besta dømið um tað man vera, at allir á hesum liðum høvdu positiva skoru.

Báðir fremstu føroysku telvararnir, Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen - sum kortini situr á 2. borði hjá ST - skaraðu framúr í vetur. 

Havnar Telvingarfelag
1. Helgi Dam Ziska 8½/9
2. Martin Poulsen 3/3
3. Olaf Berg 5/7
4. Carl Eli N. Samuelsen 5/9
5. Sjúrður Thorsteinsson 2/3
6. Luitjen Akselsson Apol 6/8
7. Hjalti Toftum Jógvanson 1/1

Sandavágs Talvfelag
1. Rógvi Egilstoft 7/10
2. Høgni Egilstoft Nielsen 10/10
3. John Arni Nilssen 1/1
4. Silas Eyðsteinsson 5½/9
5. Torkil Nielsen 6/10



25 FM-sigrar

Sigurin í dag var nummar 25 í røðini hjá elsta talvfelagnum í landinum, sum í apríl komandi ár fyllir 100. Seinnu árini hevur kortini gingið javnt á millum havnarmenn og vágamenn.

Klaksvík vann í 2010, men síðani hevur kappingin staðið millum Sandavág og Havnina. Klaksvíkar Talvfelag hevur ikki av álvara fótað sær aftur eftir at Heini Olsen doyði so syrgiliga í 2010, bara 40 ára gamal - stutt eftir at hann sum undangongumaður hevði vunnið klaksvíkingum FM-sigurin í 1. deild.

Her er FM-røðin í fremstu deildini í landskappingini eftir aldamótið.

FM (2000-2022)
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT


FM 1971-2022
HT 25 (Havnar Telvingarfelag) 
KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)
ST 7 (Sandavágs Talvfelag)
VT 6 (Vestmanna Talvfelag)
KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)
TT 1 (Tofta Talvfelag)
TFS 1 (Talvfelagið Streymur)



Kollfirðingar upp, sundalagsmenn niður

Kollfirðingar, sum fluttu úr bestu deildini í fjør, togaðu seg nú upp aftur. Mestu kappingina høvdu teir við klaksvíkingar, sum tó kortini ikki kundu flyta upp, tí teir hava frammanundan tvey lið í bestu deildini.

Sundalagsmenn í Róki, sum hevur heimstað á Oyri, og er mannað um alt Sundalagið, var ikki ment at halda sær uppi í deildini.

2. deild (10. umfar)
Kollafjørður B. - Sandavágur 3-1
Klaksvík - Havnin 4-0
Kollafjørður - Rókur 3½-½

2. deild - endaliga støðan
1. Kollafjørður29
2. Klaksvík 28½
3. Sandavágur 21½
4. Havnin 17½
5. Kollafjørður B 13
6. Rókur 10½


Toftamenn ov stuttir

Tað var tann tíð, at toftamenn vóru í fremstu røð í føroyskari telving. Árini kring 1980 góvu teir havnarmonnum skarpan gang. Tá mannaðu Jens Chr. Hansen, Helgi Joensen, Wenzil Højgaard og Jústines Hansen liðið. Av teimum er fleirfaldi føroyameistarin Jens Christian Hansen hin einasti, sum eftir er. Hinir tríggir eru allir deyðir við stuttum millumbili seinasta árið ella so. Í 1987 vunnu toftamenn FM. Tá høvdu teir fingið strandingin Boga Ziska, sum var føroyameistari tað árið, aftrat sær. Og í dag sóust tveir fyrrverandi føroyameistarar á toftaliðnum - Jens Christian og Bogi.

Toftamenn og teir í Runavíkini (Kongshavn) vóru í harðari kapping um uppflyting í 2. deild, men havnarmenn snýttu teir á málstrikuni.

3. deild (10. umfar)
Kongshavn - Toftir 1-3
Kollafjørður - Sandavágur 1½-2½
Vestmanna - Havnin 1-3

3. deild - endaliga støðan
1. Havnin 24½
2. Toftir 23½
3. Kongshavn 22
4. Sandavágur 18½
5. Kollafjørður 17½
6. Vestmanna 14


Breiddin sigraði

Sandavágs Talvfelag er felagið, sum hevur flestar skrásettar telvarar í Føroyum. Í hvussu er sambært styrkilistunum, sum feløgini sendu Talvsambandinum í fjør heyst. Og henda breiddin sæst aftur við sigri í 4. deild, sum er nýggj deild í landskappingini. 

Á liðnum hjá sandavágsmonnum finna vit m.a. veteranin Gutta Petersen, sum nú er 83 ár. Hann var maðurin, sum rættiliga setti skorður undir talvfelagið í Sandavági (stovnað 1969), og sum nú er vorðið eitt av landsins fremstu feløgum.

4. deild (9. umfar)
Sandavágur - Havnin 1-3
Toftir - Klaksvík 1-3
Klaksvík B. - Rókur 3-1

4. deild - endaliga støðan
1. Sandavágur 21½
2. Havnin 21
3. Klaksvík 19
4. Gøta 18
5. Klaksvík B 17½
6. Kongshavn 14
7. Rókur 13
8. Toftir 10½
9. Rókur B 9½

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder