Ítróttur

Talvfinala beinleiðis á netinum

Talvsamband Føroya hevur rættiliga spent seg út til endabrestin í landskappingini í talvi í dag.

Stóra brakið í endaumfarinum í dag verður beinleiðis FM-finalan millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Her síggjast feløgini í líknandi finaludysti fyri tveimum árum síðani.

Stóra brakið í endaumfarinum í dag verður beinleiðis FM-finalan millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Her síggjast feløgini í líknandi finaludysti fyri tveimum árum síðani.

2022-03-26 08:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leikirnir á øllum borðum í teimum trimum dystunum í 1. deild verða allir varpaðir út á netið. Eisini síggjast tey fýra borðini í FM-finaluni millum Havnina og Sandavág í mynd, og í triðja lagi fara telvarar at viðmerkja gongdina í FM-finaludystinum.

[object Object]

Her er riggað til beinleiðis mynda- og ljóðfrásøgn frá FM-finaludystinum í talvi í dag. Telvað verður í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, og byrjað verður klokkan 11.00 leygarmorgunin.

Í Talvsambandinum eru tey spent um, hvussu henda fyrsta royndin av hesum slagi fer at eydnast. At varpa leikirnar beinleiðis frá talvborðum er ikki nýtt, men at leggja mynd og frásøgn aftrat hevur ikki verið gjørt fyrr í Føroyum.

Tað er Ingolf Gaard, telvari og KT-kønur, sum hevur ábyrgd av framleiðsluni. Frásøgumenn verða John Rødgaard, altjóða meistari, ið situr í Esbjerg, og Suni Merkistein og Ingolf Gaard, báðir telvarar.

Sent verður beinleiðis á Youtube umframt á teimum kendu talvpallunum, eitt nú Chess.com, Chess24 og øðrum. Leinki til beinleiðis varpingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.



Nógvir dystir

Landskappingin í talvi fyri lið endar í dag við stórum felagsumfari í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Havnar Telvingarfelag er vertur fyri endaumfarinum.

Í alt trettan dystir eru í fýra deildum.

Dystir og støður

Nógvir telvarar savnast fyrrapartin undir somu lon at avgera landskappingina í teimum fýra deildunum.


1. deild (10. umfar)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B.
Vestmanna - Klaksvík B

Støðan í 1. deild
Havnin 28½
Sandavágur 27½
Klaksvík 17
Havnin B. 15
Klaksvík B. 11
Vestmanna 9


2. deild (10. umfar)
Kollafjørður B. - Sandavágur
Klaksvík - Havnin
Kollafjørður - Rókur

Støðan í 2. deild
Kollafjørður 25½
Klaksvík 24½
Sandavágur 20½
Havnin 17½
Rókur 10
Kollafjørður B 10


3. deild (10. umfar)
Kongshavn - Toftir
Kollafjørður - Sandavágur
Vestmanna - Havnin

Støðan í 3. deild
Havnin 21½
Kongshavn (Runavík) 21
Toftir 20½
Kollafjørður 16
Sandavágur 16
Vestmanna 13


4. deild (endaumfar)
Sandavágur - Havnin
Toftir - Klaksvík
Klaksvík B. - Rókur A.
Rókur - Kongshavn
Gøta frí

Støðan í 4. deild
Sandavágur 20½
Havnin 18
Gøta 18
Klaksvík B 16
Klaksvík 14½
Rókur 12
Kongshavn 10
Toftir 9½
Rókur B 9½

Telvað verður sum sagt í skúlanum við Løgmannabreyt í Havn, og byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin. Og til ber at fylgja hvørjum leiki í dystunum í 1. deild. Sí leinki á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder