Vinna

Tankar um pumpuskipanina hjá SEV í Vestmanna

-

2023-07-12 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Nú henda risastóra byggiætlanin, pumpuskipanin, skal fremjast í økinum kring Vestmanna, og sum kemur at skemma stórar partar av okkara vøkru náttúru enn meira, er ikki meir enn rætt og rímuligt at vestmenningar fáa okkurt í "endurgjaldið", og her kundi ynski um tunnil til og frá bygdini sum skjótast, verði uppfylt.

Fyri SEV hevði ein tunnil verði upplagdur til kaðalføringina frá pumpuskipanini, vatorkuverkunum, sjóvarfallsdrekunum og vindmyllunum, sum eisini bleiv bíligari, betur og tryggari, enn at leggja kaðal upp um fjøll.

Eisini verður lættari, betri og tryggari at koma til og frá høvuðsgoymsluni hjá SEV, sum jú eisini liggur í Vestmanna.

SEV kemur eisini at hava hópin av øðrum ágóðum av einum tunnli til Vestmanna, okkum øllum føroyingum at gagni.

Pumpuskipanin skal gerðast, og tunnilin til Vestmanna skal gerðast.
Tvinni nú tunnilin til bygdina og risastóru útbyggina meir ella minni saman, til eitt mál!

Marner Joensen Vestmanna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder