
HSF: Føroyar byrjaðu dystin sera væl og komu fram um 5-2 eftir sjey minuttir. Rakul Wardum stóð sera væl í føroyska málinum og spældu Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen við montenegrinsku verjuna við teirra kvika spæli, ein móti einari. Stígur kom tó í føroyska spælið eina løtu og vann Montenegro næstu løtuna 9-2. Alt riggaði hjá gestunum, har serliga kropsterki strikuleikarin var eyðsýnd. Okkara ernaðust tó aftur og megnaðu at koma uppá javnt til hálvleiks. Føroyar spældu 7 móti 6, sum Maria Weyhe skipaði væl saman við kviku Janu og Súnu. Liðini fóru til hálvleiks við 14-14.
Montenegro sat á dystinum frá byrjan í seinna hálvleiki. Tær høvdu eina krútsterka verja og høvdu okkara trupult við finna loysnir. Føroyska álopsspælið gjørdist alt meira leitandi og sníktu villur seg eisini uppí spælið. Montenegro øktu so líðandi um leiðsluni, hetta áðrenn okkara minkaðu við tveimum móti dystarloki. Hvørt mál telur í undankappingini og var eitt 32-26 tap móti einum liðið úr heimstoppinum til at liva við tá alt kom til alt.
Næsti dystur hjá Føroyum verður ein venjingardystur móti Íslandi við Tjarnir leygardagin 22. november. Hetta áðrenn liðið fer til HM-endaspælið í Trier.
Málskjúttar hjá Føroyum
Jana Mittún 6
Pernille Brandenborg 5 (2)
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3
Elsa Egholm 1
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1
Maria Páldóttr Nólsoy 1
Maria Halsdóttir Weyhe 1 (1)
Málverjar:
Rakul Wardum, 8 bjarnginar, 25%
Gylta Djurhuus á Neystabø, 1 bjarging, 11%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald