2025-08-14 15:00

Summarið er farið at halla og tað merkir, at árligi Bátadagurin, hjá Bátafelagnum Naddoddi, er á skránni.
Nú leygardagin kl. 14:00 hittast bátarnir á fjørðinum og fara í samlaðum flokki, siglandi eftir fjørðinum út til Naddoddaneystið, har ein hugnaløta verður, við onkrum góðum afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Naddoddaneystið og ALLIR BÁTAR eru hjartaliga vælkomnir at luttaka í siglingini.
Veðurforsøgnin sigur eitt lítið lot, turt, við møguleika fyri sól og einum 14 hitastigum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald