
Vága Pensjónistafelag (VP) er eitt virkið felag, sum hevur yvir 200 limir. Vit skipa fyri ymiskum tiltøkum so at siga alt árið. Vit hava hugnakvøld, bingo, morgunmat, eina árliga útferð, jólaveitslu og aðalfund á hvørjum ári. Vit leggja stóran dent á at hava góðan sang og tónleik til tiltøkini.
Mikukvøldið 7. mai hevur VP hugnakvøld í Bygdarhúsinum í Miðvági kl. 19.
Uml. 20 mans frá Undirhúsinum á Toftum koma at vitja okkum. Teir eru kendir fyri at duga væl at undirhalda, syngja og spæla.
Vit hava góðan drekkamunn og burturluting. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg.
Næsta tiltak er bingo í Bygdarhúsinum í Miðvági 12. mai kl. 19 við nógvum góðum vinningum. Øll eru vælkomin. Vit lýsa við bingo, sum vit plaga.
Vit verða eisini við í Undurfagra Mai, har vit hava eldratiltak v/ morgunmati 28. mai. Nærri kunning um hetta verður at finna í skránni hjá Undurfagra Mai, sum kann lesast á Facebook, Instagram ella vaga.fo.
Øll eldri eru vælkomin. Tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum Pensjónistafelag til hetta tiltakið.
VP er eisini eldraráð í Vágum, tá vit lýsa við morgunmati, kunnu øll eldri møta, tí eldraráðið hevur ongan limalista.
Heimasíða okkara á Facebook eitur "Vága Pensjónistafelag".
Á heimasíðuni lýsa vit okkara tiltøk, og skrásettu limirnir í VP fáa eisini sms-boð um tiltøkini dagin fyri.
Við mai kvøðu
Vága Pensjónistafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald