Annað

Tikin fyri at flúgva við dronu við Trælanípu

Ein bilur koyrdi á smábarn, og ein persónur var funnin á vesinum í Steinatúni.

2026-08-18 08:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur drona fleyg við Trælanípu. Tað er ólóligt at flúgva so tætt við flogvøllin. Løgreglan fekk fatur á tí, sum hevði dronuna, og var dronan tikin við á løgreglustøðini. Talan var um ein útlending, sum hevði dronuna. 

Í norðoyggjum hendi eitt ferðsluóhapp um 17 tíðini. Ein smádrongur rann útfyri ein bil. Tíbetur koyrdi bilurin seint, men fekk ikki bremsa ordiligt áðrenn hann rakti barnið. Eingin persónsskaðið var, tó var barnið flutt á sjúkrahús til kanningar.

Klokkan 17:30 fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var á vesinum í Steinatúni. Ein persónur var funnin har, og var fluttur á Landssjúkrahúsið fyri roykeitran. Sami persónur var fyrst skuldsettur fyri eldásetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder