Politikkur

Tilflytarapolitikkur

Talið av tilflytarum til Føroya hevur verið vaksandi seinastu árini, og hetta setur stór krøv til okkara samfelag. Føroyar eru eitt lítið og viðkvæmt samfelag, bæði mentanarliga og búskaparliga, og tí er neyðugt at hava eina greiðan og ábyrgdarfullan tilflytarapolitikk.

2026-03-22 08:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðflokkurin heldur, at talið av tilflytarum eigur at lækkast, so vit tryggja, at samfelagið megnar at taka ímóti teimum, sum koma. Tað snýr seg ikki um at venda fólki bakið, men um at taka ábyrgd. Um talið verður ov stórt, er vandi fyri, at bæði samhaldsfesti og vælferðarskipanir verða settar undir trýst. Eisini sæst longu, at eitt vaksandi tal av tilflytarum leggur trýst á bæði ansingartørvin og skúlaskipanina, sum longu hava avbjóðingar at røkja sínar uppgávur til fulnar.

Tí eigur eftirlitið við, hvør sleppur inn í landið, at herðast. Tað er sjálvsagt, at fólk, sum koma til Føroya at arbeiða og búgva, skulu vera væl skikkað og virða okkara lógir og virðir. Strangari krøv til revsiváttan eru tí ein natúrligur partur av hesum. Føroyar skulu vera eitt trygt samfelag, og tað krevur, at vit hava greiðar og fastar reglur.

Somuleiðis eigur familjusamanføring at verða skipað við størri varsemi. Miðflokkurin heldur, at ein útlendingur eigur at hava arbeitt í Føroyum í minst 3 - 5 ár, áðrenn familjusamanføring kann koma upp á tal. Hetta tryggjar, at viðkomandi er væl knýttur at arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum, og at grundarlagið er gott fyri at taka ímóti familjuni. Harumframt eiga inntøkukrøv at vera greið og rímilig, so tað ikki verður ein byrða fyri almennar skipanir.

Samstundis er tað týdningarmikið at undirstrika, at tey, sum longu eru komin til Føroya, skulu verða møtt við virðing og rættvísi. Føroyar hava altíð verið eitt samfelag, har fólk hjálpast at, og tað eigur framvegis at vera okkara eyðkenni. Vit skulu fara væl við teimum, sum arbeiða her og gera sítt íkast til samfelagið.

Við einum ábyrgdarfullari og stramari tilflytarapolitikki kunnu vit tryggja, at Føroyar framhaldandi eru eitt trygt, samhaldsfast og burðardygt samfelag – bæði fyri tey, sum búgva her í dag, og fyri komandi ættarlið.

Jann Johannesen
Miðflokkurin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder