Vinna

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast

Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski.

2025-07-12 07:00 Author image
Havstovan
placeholder

Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð boð uppá, hví tilgongdin broytist so sera nógv frá einum ári til annað.

Umskiftiligt luftrák vestan fyri Írland stýrir havumhvørvinum við gýtingarleiðirnar hjá svartkjafti, sum so aftur avgerð hvussu nógv egg og yngul yvirliva. Hendan vitan kann gera tað møguligt at framsiga tilgongdina til stovnin upp til eitt ár frammanundan.

Um hetta veruliga eydnast, kann tað stuðla undir okkara umsiting og gagnnýtslu av hesum vistfrøðiliga og búskaparliga týdningarmikla fiskaslagi.

Greinin er útgivin í tíðarritinum ICES Journal in Marine Science, og kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder