Mentan

Tilmæli um trivnað í fólkaskúlanum handað

Seinastu árini hevur alsamt størri fokus verið á, at avbjóðingar eru í skipanum og kring skipanir, sum skulu samskipa sítt virksemi, soleiðis at børn og ung í truplum umstøðum verða stuðlað og hjálpt.

2023-02-13 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Arbeiðsbólkur hevur handað landsstýrismanninum í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, sítt tilmæli við átøkum, sum skulu økja um sannlíkindini fyri, at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum. 

 

Seinastu árini hevur alsamt størri fokus verið á, at avbjóðingar eru í skipanum og kring skipanir, sum skulu samskipa sítt virksemi, soleiðis at børn og ung í truplum umstøðum verða stuðlað og hjálpt. Í hesum sambandi setti landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum (í dag Barna- og útbúgvingarmálaráðið) henda arbeiðsbólk at nágreina og vísa á átøk á fólkaskúlaøkinum, sum kunnu økja um sannlíkindi fyri, at avvarðandi skipanir yvirum geirar megna at samskipa sítt virksemi, so at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at málið má vera, at øll børn í Føroyum trívast, mennast og hava góða sálarliga heilsu bæði í skúlanum og uttan fyri skúlan. Landsstýrismaðurin fegnast um, at sjóneyka er sett á trivnaðin hjá øllum børnum, eisini teimum sum í størri ella minni mun stríðast. Landsstýrismaðurin sigur, at hann saman við ráðnum fer at raðfesta og umhugsa, í hvønn mun átøkini kunnu setast í verk.

Tilmælið, sum arbeiðsbólkurin er komin við, er skipað við hesum meginreglum: fleiri hendur, betri karmar og skjótari hjálp. Talan eru um 9 átøk. Tilmælið fevnir um øll børn, í eitt styttri ella longri tíðarskeið, sum í minni ella størri mun hava tørv á onkrum serligum átaki, stuðli ella aðrari hjálp. Tí mælir arbeiðsbólkurin til átøk, ið eru ætlað at hjálpa, tá avbjóðingar vísa seg, men eisini onnur átøk, sum eru við til at økja tilvitið um læring, menning, trivnað og sálarligu heilsuna hjá øllum børnum. Hugsjónin handan tilmælið er, at betri karmar og umstøður gagna øllum børnum, eisini teimum við avbjóðingum. Við at styrkja almennu skipanina kann hugsast, at tørvurin á serligum fyriskipanum verður minni, og tað gerst lættari og skjótari hjá teimum, ið tørva at fáa røttu hjálpina.

Millum annað verður mælt til, at landsstýrismaðurin setir tvær 3-ára royndarverkætlanir í verk. Onnur innan Co-teaching, sum er til frama fyri allar næmingar. Hin er ein granskingarverkætlan innan skúlafráveru, sum fevnir um teir næmingar, ið hava minni ella størri avbjóðingar.

Arbeiðsbólkurin er breitt samansettur og umboðar ymisk fak- og virkisøki, umframt avvarðandi stjórnarráð Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Heilsumálaráðið.

Tey, ið manna arbeiðsbólkin, eru:

Símun J. Hansen, Leif Olsen, Guðrun Maria Mortensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Magnus Tausen, Fríðbjørg Hammer, Tóra Petersen, Margreth Olsen, Frida Poulsen, Sólrun Foldbo, Høgni V. Warberg, og Joan Knudsen, (forkvinna)


Tilmælið kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder