Mentan

Tiltak um varðveiting av Føroyska Rossinum – við serfrøðingi úr Bretlandi

Felagið Føroysk Ross hevur gleði av at bjóða øllum áhugaðum til ein spennandi fyrilestur í sambandi við, at Stallion AI Services tekur sáð av føroyskum greðingum.

2025-08-21 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Har fer Tullis at greiða frá um samstarvið, týdningin av arbeiðinum og framtíðarætlanir við føroyska rossinum. Eisini verður høvi at síggja kanningarstovuna

Fyrilestrahaldari verður Tullis Matson. Fyrilesturin, sum er almennur, verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði, hóskvøldið 21. august 2025 klokkan 19.00

Tey, ið ikki hava møguleika at møta upp, kunnu fylgja við á Zoom-leinkjuni niðanfyri. https://us02web.zoom.us/j/81262514819 Koda 727161

Um Tullis Matson: Tullis Matson er stjóri hjá tí virðislønta felagnum: Stallion AI Services. Í apríl 2022 fekk Stallion AI Services Queen’s Award for Enterprise fyri sítt framúrskarandi arbeiði innan nýskapan. Hetta er tann mest virðismikla virðisløn, sum eitt bretskt virki kann fáa. Tullis hevur í meira enn 30 ár arbeitt við sáðtøku og frysting av sáði frá greðingum. Í 2000 stovnaði hann Stallion AI Services Ltd, sum er ein av teimum mest væleydnaðu greðingasavnssentrunum í Evropa. Tey bjóða tænastur innan sáðtøku, fertilitetsmeting og útflutning av sáði um allan heim.

Tullis er ein framsøkin leiðari, sum hevur ment og tikið í brúk nýggjar tøkni, so sum Post Castration, Epididymal Sperm Harvesting, og handfaring av sáði frá greðingum við lágum fertiliteti. Hann hevur granskað sáðtøku, fertilitet hjá greðingum og frysting av sáði og eggum frá rossum. Hann hevur eisini ment serligar sáðtøkur til greðingar og tikið sáð frá post kastrations testiklum.

Eisini hevur hann sett á stovn Nature’s SAFE, sum er ein vælgerðarstovnur, sum hevur til endamáls at cryoconservera hótt djórasløg.

Felagsmynd: FV: Elisabeth Niclasen, Josh Steer, Mathilde Skytte Lundsby, Rasmus í Haraldsuni, Rikke Munk, Tullis Matson, Kristina Maria Fjallstein, Jóna Adelaide Ólavsdóttir, Signa Kallsoy Ravnafoss

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder