Annað

Tjaldrið á Tvøroyri við RIB-báti

Sunnukvøldið 16.08.2026 fekk Vørn boð frá ferðamannaskipinum “Bolette”, um at teir vóru komnir fram á ein mannleysan gummibát, áleið 14 fj. Sunnanfyri suðuroynna..

2026-08-18 07:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjaldrið var sent at leita, og mánamorgunin 17.06.2026, um 10 tíðina, fann Tjaldrið bátin, áleið 10 fj. sunnanfyri uppgivnu knattstøðu.

Báturin bleiv tikin upp, og staðfest var at báturin var RIB-báturin hjá MS Thorshavn, ið var blivin burtur fyri 4 døgum síðani.

Tjaldrið sigldi á Tvøroyri, har báturin var handaður eigarunum, seinnapartin í gjár.

Myndir og tekstur: Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder