Mentan

Torbjørn Jacobsen heilsar Eli Hansen

.

2025-07-05 10:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Torbjørn Jacobsen heilsar Eli Hansen:


Eli 100
Hundrað ára føðingardagur var í Sandavági miðvikudagin, og compañero Prior hevur sambært Vága kommunu hildið eina frálíka røðu fyri føðingardagsbarninum. Av givnum orsøkum fekk eg ikki verið har, sum eg burdi havt verið.

Vit báðir Eli sigldu saman í áttatiárunum. Hann var maskinmeistari, og eg var skipari. Vit komu væl út av tí, og eg minnist bara gott aftur á hesa tíðina. Hann hevði upplivað mangt, og var ikki pírin at siga okkum frá lívsroyndunum, tær nógvu í maritimu sferuni. Skemtiligur sum eg veit ikki hvat, og minnist meg rætt, so vóru ikki nógvar gradir á muni á politisku kumpassini hjá okkum báðum.
Hann var av tí gamla roynda slagnum av maskinmeistarum, ikki bangin fyri at taka fatt, altíð tøkur, táið tørvur var á tí. Hesi árini vit sigldu saman, var Ronald Reagan staddur í Hvítu húsunum í 8 ár. Vit høvdu ikki verið saman meiri enn eina løtu, táið eg varnaðist hvussu meinlíkur Eli var Reagani. Ikki bara í útsjónd, men eisini í hábrøgdum. Hetta argaðu vit hann mangan við, men hann snerkti bara smílandi at hesum leikinum.

Um vit vóru í Boston í USA ella í onkrum grønlendskum býi ta ferðina, tað fái eg ikki staðfest í løtuni, men um sama mundið í 1985 fyltu tveir menn umborð 60 ár. Eli og Leivur við Stein á Glyvrum. Leivur, sum var bestimaður, nakað seinri, í august, men vit slerdu dagarnar saman í ein 120 ára føðingardag, táið vit nú einaferð lógu við bryggju (eigi onkrar myndir frá haldinum, sum ikki eru mær tøkar í løtuni). Har var hátíðardámur í messuni.

Compañero Prior hevði ikki rokkið fermingaraldri tá, og eg var í fyrru helvt av tríatiárunum. Í mínari verð vóru Eli og Leivur tveir eldri harrar hendan dagin, og í vikuni fylti maskinmeistarin Eli hundrað ár, maðurin sum eg havi siglt saman við, og skjótt eri eg 10 ár eldri enn Eli og Leivur vóru í 1985. Tíðin hevur tað við at stjala lívið frá okkum. 

Prior nevnir samleikan hjá Eli, mín kensla var og er, at hann fyrst og fremst var slættanesmaður – tað var hansara samleiki.

Minnist bara gott aftur á tíðina saman við føðingardagsbarninum – hjartaliga til lukku við hundrað ára føðingardegnum Eli.

Tín gamli skipsfelagi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder