Brúkaraávísin frá konjunkturbarometrinum hjá Hagstovu Føroya lýsir treystið hjá húsarhaldunum við nøkrum vísitølum. Treystitalið hjá føroysku húsarhaldunum er á sama støði í januar 2026, sum í seinastu kanning frá juni 2025. Treystitalið er -17 í januar 2026, sí mynd 1. Í 2022 fall vísitalið niðurum langtíðar miðalið orsakað av, at rentan og inflatiónin hækkaðu, og vísitalið er síðani ikki komið uppum langtíðarmiðalið aftur, hóast rentan og inflatiónin er lækkað aftur. Eisini hava húsarhaldini fingið lønarhækkan og skattalætta, men høga prísstøðið í Føroyum og spenta geopolitiska støðan úti í heimi kunnu vera nakrar av orsøkunum til lága vísitalið. Vísitalið er tó ikki eins lágt, sum tað hevur verið fyrr; í fíggjarkreppuni í 2008 minkaði tað niður í -37.
Mynd 1
![]()
Lága vísitalið í konjunkturbarometrinum boðar frá ringum treysti hjá húsarhaldunum, men hetta sæst ikki aftur í kortnýtsluni, tí hon var væl størri í 2025 samanborið við í 2024, sí mynd 2. Í myndini er atlit tikið at prísvøkstri, tað vil siga, at størra kortnýtslan í 2025 ikki stavar frá øktum prísum.
Sambært umboð fyri peningastovnarnar, er fíggjarliga støðan hjá húsarhaldunum góð, og er hon batnað í 2025 samanborið við 2024. Trotini hava verið færri í tali og smærri í 2025 samanborið við í 2024. Viðmerkjast skal, at peningastovnarnir her sipa til húsarhald, sum hava skuld í bankanum.
Mynd 2
![]()
Les meira í várfrágreiðingini hjá búskaparráðnum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald