Vinna

Tróndur í Gøtu bíðar eftir landingartørni

Tróndur í Gøtu kom á Runavík í dag

2023-11-20 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tróndur í Gøtu, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, kom í dag á Runavík. 

Tróndur í Gøtu hevur henda túrin fiskað 1300 tons av sild, sum skal landast til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Í løtuni landar Tummas T og tá ið teir verða lidnir seinni í kvøld eigur Arctic Voyager landingartørn. Tá ið liðugt er at landa Arctic Voyager seint í annaðkvøld, tíðliga mikumorgunin, sleppir Tróndur í Gøtu framat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder