Annað

Tvey ung fólk vóru tikin av tollvaldinum fyri at smugla

Tey høvdu bæði stoffir innvortis.

2026-04-06 15:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið fekk løgreglan eina fráboðan frá tollvaldinum um, at tey høvdu tikið tvey ung fólk á flogvøllinum. Illgruni var um, at tey smuglaðu.

Løgreglan fór á flogvøllin eftir teimum, og koyrdi tey í skannarin. Tað vísti seg, at bæði unga gentan, sum var 18 ár og ungi maðurin, sum var 20 ár høvdu hassj innvortis.

Skanningin av gentuni hevði við sær, at hon bleiv innløgd av aðrari grund enn av stoffunum. Løgreglan hevur tí havt tvey fólk á Landssjúkrahúsinum og havt tvey fólk at hyggja eftir manninum á løgreglustøðini til alt var komi úr fólkunum.

Enn hevur løgreglan ikki talt upp hvussu stórar nøgdirnar eru, men mett verður, at tey høvdu meira enn 80 gramm hvør innvortis, og skulu tey tí fyri rættin seinni.

Tey eru bæði leyslatin nú seinnapartin, og verða send aftur av landinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder