Annað

Tyrlan var eftir fimm ungum monnum

Teir gingu seg fastar á Árnafjalli

2026-04-06 09:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at klokkan 20:49 í gjárskvøldið fingu tey eina fráboðan um, at nakrir ungir mans høvdu gingið seg fastar á Árnafjalli omanfyri Gásadal.

Onkur av ungu monnunum føldi seg ótryggan við støðuna, og tað endaði við, at ringt bleiv til MRCC at fáa tyrluna eftir teimum. 

Klokkan 21:50 hevði tyrlan fingið teir fimm ungu mennirnar umborð, og var ávegis á flogvøllin við teimum.

Talan var um føroyingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder