Mentan

Undirshow

Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður møguleiki at vitja í Eysturoyartunlinum.

2026-04-09 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá tunnilin lat upp í 2020 var undantaksstøða í landinum, og vegna Korona bar ikki til at bjóða til nakað alment tiltak, har fólk sluppu at vitja hølini í tunlinum. Hetta verður nú møguligt 24. apríl. Bussar fara at koyra úr Runavík - - niður í tunnilin, har farið verður inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Umframt at sleppa at hyggja at rúminum, verður forkunnug framførsla við Herfinni Árnafjall, operasangara. Hans Petur í Brekkunum spælir saxofon.

Tað er avmarkað atgongd og neyðugt er at keypa atgongumerki til bussin á 190kr. Hetta kann gerast á atgongumerki.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder