2026-02-21 09:13
Klokkan 20:40 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bátur hevði siglt á land við Sjeyndir, sum er vestanfyri fyri Tjørnuvíkstakk.
Talan var um ein útróðrarbát, sum hevði verið til fiskiskap norðanfyri. Hví baturin sigldi á land er óvist, tó var útróðrarmaðurin edrúur.
Fyrst var Rescue Vón send á staðið, men hon slapp ikki til útróðrarbátin, tí tað var somikið ókyrt.
Tí bleiv bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways boðsend, og hon fekk mannin upp í tyrluna. Maðurin bleiv síðani fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Tað eydnaðist ikki at fáa bátin av aftur landi í gjárskvøldið. Av MRCC støðini verður í morgun upplýst, at Brimil nú er í økinum. Tó er tað framvegis ókyrt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald