Kortini kenna nógv útróðrarfólk, at treytirnar ikki altíð eru tær bestu. Skipanin við fiskidøgum hevur verið eitt amboð at stýra fiskiskapinum, men hon er ikki altíð lagað til veruleikan hjá útróðrinum. Veðrið í Føroyum kann vera sera óstøðugt, og í longri tíðarskeiðum kann vera ringt at sleppa til sjós. Tá missa útróðrarbátar virðismiklar fiskidagar, sum teir ikki fáa aftur.
Tí eigur skipanin at verða meira smidlig. Tað hevði verið rímiligt at hugt nærri at, um útróðrarbátar kunnu fáa betri møguleika at nýta sínar fiskidagar, tá veðrið er gott, heldur enn at missa teir, tá veðrið er ringt. Endamálið eigur at vera, at útróðurin fær arbeiðs- og inntøkumøguleikar, sum eru meira støðugir.
Samstundis er týdningarmikið, at myndugleikarnir hava eitt gott samskiftið við útróðrarfólkini sjálvi. Tað eru útróðrafólkini sum kenna best dagligu avbjóðingarnar á sjónum og kunnu tí koma við góðum uppskotum til, hvussu skipanin kann betrast.
Útróðurin hevur altíð verið ein sterkur partur av føroyska samfelagnum. Um vit vilja varðveita hesa vinnu og tryggja lív í bygdunum, er neyðugt at geva útróðrinum betri og meira smidligar treytir.
Vinjard Johansen
Miðflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald