
Í Vága kommunu verður rudding sett á skrá alla vikuna. Allir stovnarnir í kommununi fara at geva sítt íkast:
- Miðgarður, Sóljugarður og Virkishúsið skipa fyri ruddingardegi í vikuni.
- Dreymasóljan og Frítíðarskúlin Smílikullan fara at rudda saman týsdagin.
- Leygardagin 20. september verður høvuðstiltakið, tá Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri ruddingardegi. Tá verður ruddað bæði við Virkishúsið og Nullið í Sandavági, og frá skótahúsinum (gomlu kommunuskrivstovuni) inn ímóti keiøkinum í Miðvági.
Ruddað verður frá kl. 10 til 12, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og hjálpa skótunum í teirra arbeiði. Tá posin er fyltur, ber til at fara í virkishúsið og skótahúsið at keypa sær vaflur fyri posan. Eftir ruddingina verður møguleiki at fáa sær ein drekkamunn og suppu – í Sandavági við Virkishúsið og í Miðvági við Skótahúsið.
Alt ruskið, ið verður savnað leygardagin, verður skilt, vigað og skrásett, áðrenn tað verður koyrt burtur. Soleiðis fáa vit greitt yvirlit yvir, hvussu nógv burturkast legst til á hvørjum ári, og hvussu stóran týdning tað hevur, at vit øll gera okkara til at halda bygdirnar reinar.
Síðani Føroyar tóku lut fyrstu ferð í 2018, hava fleiri enn 1.000 føroyingar á hvørjum ári verið við, og tilsamans eru meira enn 100 tons av ruski ruddað úr náttúruni.
Endamálið við Rudda Føroyar er at skapa eitt reinari og sunnari umhvørvi – og at minna á, hvussu stóran týdning atburðurin hjá okkum øllum hevur. Tað kann tykjast sum ein lítil gerð at rudda í nærumhvørvinum, men tá vit gera tað saman – bæði einstaklingar og fyritøkur – kann tað hava altjóða ávirkan.
Vága kommuna heitir á allar borgarar um at taka lut og verða við til at gera okkara nærumhvørvi vakrari og reinari.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald