Mentan

Várfólk í Listastovuni leygarkvøldið

Leygarkvøldið 14. mars kl. 20 verður fólkatónleikarastevnan Várfólk hildin í Listastovuni. Hetta er eitt hugnaligt tónleikakvøld, har fólka-, blues- og roots-tónleikur verður á skránni.

2026-03-13 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er Fólkatónleikarafelagið, sum skipar fyri Várfólk, ið savnar tónleikarar og áhoyrarar kring tónleik, felagsskap og hugna.

Kvøldið byrjar við ungu og lokalu dreingjunum í Grótbrotið, sum leggja fyri. Síðani verður tað The Crowberry Band við Janusi á Húsagarði og bólki, Jórunn Gudmundsen við bólki og at enda Shamrock við Henrik Børgesen og bólki, sum fara at framføra.

Við á skránni eru bæði ung og roynd tónleikanøvn, og kvøldið verður ein góð blanding av nýggjum røddum og sterkum traditiónum innan fólkatónleik.

Várið er í nánd, og Várfólk er eitt upplagt høvi at savnast – lurta eftir góðum tónleiki, hitta fólk og njóta eitt hugnaligt kvøld í Listastovuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder