Politikkur

Vel Fólkaflokkin – eisini á Fólkating!

Í morgin er annað av tveimum valum í hesi vikuni.

2026-03-23 23:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Summi halda, at tað fyrra ikki hevur stóran týdning – men tað hevur tað. Tað er ikki tað sama, um tú velur ein annan flokk ella sofuna.

Um tú ynskir góðan fólkaflokspolitikk, er alneyðugt, at veljarin stendur saman um Fólkaflokkin. Tú fært ikki Fólkaflokkin við at velja nakran annan.

Okkara umboð á Fólkatingi fer at arbeiða fyri at tryggja trygdina í gerandisdegnum við at styrkja løgregluna, so hon betur fær bast trupulleikum við rúsevnum og kynsligum brotsverkum.

Okkara umboð fer at virka fyri, at ynskini um størri sjálvræði í Føroyum verða vird og hoyrd í Danmark.

Okkara umboð fer at arbeiða fyri, at Føroyar fáa betri handilssambond til frama fyri okkara vinnulív.

Okkara umboð fer ikki at mótarbeiða landsstýrinum, eitt nú í sambandi við fiskiveiðuavtalur og yvirtøkur.

Okkara umboð fer í fulla tíð á Fólkatingi at umboða Føroyar og góðan fólkaflokspolitikk.

Tí er tað av stórum týdningi, at fólkafloksfólk fara á val og stuðla Fólkaflokkinum á Fólkatingsvalinum í morgin.

Gott val – og vel Fólkaflokkin, eisini á Fólkating!

Beinir Johannesen
formaður Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder