Politikkur

Verjupolitikkur má raðfestast í Føroyum

Trygdarpolitikkur eigur at fáa hægstu raðfesting millum politikarar. Vit liva í einum heimi, har vit ikki kunnu taka trygdina hjá okkum fyri givið, og í Føroyum mugu trygdarpolitisk átøk gerast.

2023-09-25 21:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Kjakið um trygdarpolitikk er kyknað av álvara. Tað er ikki so løgið. Seinnu árini hava vit kunna fylgt gongdini, har samstarvið millum stórveldini er versnað ár fyri ár. Tá Russland leyp á Ukraina, gjørdist stríðið ítøkiligt.

Vesturheimurin er vaknaður við kaldan dreym, og flestu londini hava ásannað, at verjupolitikkur hevur verið forsømdur í áravís. Londini rundan um okkum økja tí útreiðslurnar til hernaðarútgerð. Gongdin er ikki hugalig, men soleiðis er veruleikin einaferð.

Veruleikin er eisini, at Danmark fer at brúka 143 milliardir uppá verju næstu sjey árini. Felags grundarlagið undir komandi verjusemjuni á Fólkatingi staðfestir hetta.

Avleiðingarnar av øktu spenningunum merkjast eisini í Føroyum. Tørvur er á betri eftirliti við, hvat gongur fyri seg í Norðurhøvum. Bæði á sjónum og í loftrúminum. Okkara sameindu vísa eisini á hendan tørvin.

Vit hava harumframt sæð alskyns frágreiðingar, sum eitt nú Center for Militære Studier og Dansk Institut for Internationale Studier hava gjørt, sum eisini vísa á tørvin á betri eftirliti.

Av teimum 143 milliardunum, sum skulu brúkast uppá verju, skal ein stórur partur brúkast í Arktis og í Norðurhøvum. Fyri Føroyar kann talan vera um íløgur í kritiskum infrastrukti, sjókaðalum, verjuskipum o.s.fr., skulu vit nøkta tørvin innan eftirlit.

Talan er ikki um hernaðardubbing, men um eftirlit og at tað ber til at vísa øðrum londum, at tey kunnu ikki hóreiggja sær sum tey vilja.

Veruleikin er tann, at danska stjórnin formliga hevur ábyrgdina av uttanríkis- og verjumálum. Veruleikin er tíbetur eisini tann, at Føroya Landsstýri er partur av tilgongdini at fremja átøk í Føroyum – soleiðis eigur tað at vera.

Sum føroyskur fólkatingslimur eri vald av føroyska veljaranum til at umboða seg í Fólkatinginum í málum, sum viðvíkja Føroyum – tað er her, eg geri mína ávirkan galdandi.

Til landsstýrið hevur gjørt av hvørji - um nøkur - átøk skulu gerast í Føroyum, fari eg at geva mítt íkast til kjakið. Eg havi saman við Sjúrði Skaale, fólkatingslimi hjá Javnaðarflokkinum, gjørt eitt upprit við átøkum, sum áttu at verðið framd í Føroyum.

Átøkini eru ikki tikin úr leysum lofti. Uppritið er grundað á kanningar, har aktørar og serfrøðingar hava víst á, hvør tørvurin er.

Neyðugt er við góðum kjaki, tá týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Tí gleði eg meg at skifta orð um verjupolitikk á einum tiltaki, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi skipar fyri í Smæruni hósdagin, 28. september, klokkan 19, og ikki í Reinasarínum, sum áður fráboðað.

Sí meira um tiltakið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder