Mentan

Vestmanna: Steintór hugleiddi á Vestmannadøgunum

Steintór Rasmussen hugleiddi til setanina av Vestmannadøgunum.

2022-09-06 15:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vit búgva í fínari húsum, koyra í betri bilum, brúka snildari telefonir, flúgva um allan heimin, posta okkara lív á netinum, vilja at øll verðin sær og hoyrir okkum.

Vit eru øll stórbrúkarar. Tí mugu vit byggja brennistøðir og uppfinna el-bilar. Og pynta landslagið við vindmyllum og hús okkara við hitapumpum. Tað lættir eitt sindur um samvitskuna. Men vit framleiða, dálka, oyðsla og blaka burtur sum ongantíð fyrr.

Vit eru framkomin og krevjandi. Føroyingurin er globaliseraður.  Á hesum vøkrum oyggjunum hava vit útbygt eitt vælferðarsamfelag, sum í allari sínari neyð og einsemi rópar á medisinídnaðin um meiri heiligvág og sum biður hægru lærustovnarnar senda okkum fleiri  psykologar. Meðan kommunur seta í starv ungdómsráðgevarar og lærdar serfrøðingar at vegleiða ráðaleys foreldur, lærarar og ómøgulig skúlabørn, hvussu vit øll skulu koma ígjøgnum dagin.

Men hvussu torført er tað at liva. Hví er kærleikin ikki til sølu. Og hví kunnu vit ikki keypa okkum lukkulig?

Góði áhoyrari. Tú eigur sólina.  Og tú eigur jørðina. Ja, eisini havið, streymin, vindin og regnið. Tú eigur hetta landið, fjøllini og dalarnar.

Ella sum kæra bygdamaður tykkara og skaldavinur mín, Martin Joensen, tekur í yrkingini Morgun:  Tú eigur dagin og ljósið, tú eigur náttina við; tú eigur stjørnurnar allar, tú eigur rættin til frið.

Jørðina eiga vit til láns. Hon er til børn okkara. Í Føroyum skulu eftirkomarar okkara búgva. Í haganum í vestmanna skulu komandi ættarlið eisini einaferð  ganga. Og hendan viðarlundin verður eisini vónandi í sínum fagrasta blóma, tá ið vit liggja undir grønu torvu.

Takk góðu tit, at eg varð boðin við til hesa stóru løtu í Vestmanna. Takk góðu tit, sum settu tey fyrstu smáu trøini niður her á staðnum. Og takk góðu tit, sum altíð vilja fara væl um og røkta hesa vøkru lund.

Lívið er eittans. Vit eiga eina jørð. Vit eiga eitt land. Vit eiga ein heimstað. Men saman eiga vit søguna og framtíðina. Vit eiga øll eina ábyrgd. Vit eru knýtt saman sum fólk. Sum hugsandi og viðkvom menniskju.  Sum vestmenningar. Sum føroyingar. Sum heimsborgarar …
Vit skulu líta út í horisontin. Men eisini duga at hyggja inneftir.

Vit mugu vera góð við fjøllini, vøtnini, áirnar og líðirnar. Og við tær nógvu litføgru blómurnar, sum her vaksa. Og vit skulu vera góð við havið og grunnarnar, sum geva føroyingum eitt stórt fiskiríkidømi og milliónum av fólki í øðrum londum mat á borði. Vit skulu hava hjarta við í øllum tí, sum vit gera. Og skilja týdningin av framburði og menning. Vit eru søgan og samfelagið. Vit eru tann velti bøurin, tann góði skúlin, tað neyðuga elverkið, tann atkomiliga bryggjan, men eisini tann nýggja tíðin, tey veldugu skipini, vegirnir og teir stóru bilarnir. Og ikki at gloyma tey mongu upplýstu hugnaligu húsini við teimum frálíku menniskjunum.

Sjálv ávirka og mynda vit umhvørvið. Tað nógva í dag er menniskjaskapt. Men kunnu vit dálka og gera inntriv í náttúruna, so kunnu vit eisini fríðka um, planta, trø, endurnýta, fyribyrgja, verja og sýna samhuga fyri tí burðardygga, rætta og og nátúrliga, sum lívið eigur at vera.

Og tíbetur finnast tað fólk, sum vita hvønn vegin tað ber og sum vilja slóða undan.

Fríggjakvøldið slapp eg at uppliva dugnaligara sangskrivaran Mikeal Wiehe, sum uppi í árunum er farin á sína seinastu konsertferð. Hjá mæta svenska poetinum er tað dreymurin, vónin og kærleikin sum geva tónunum veingir. Men uppi yvir tí náttúrugivna vakurleikanum flýgur eisini ein illa komin fuglur. Tað er HJARTANS FUGLUR, sum syngur um tann grammleika, sum í hesum heimi er, og sum í allar tíðir verður størsti fíggindin hjá mannaættini.

Ístaðin fyri at frøðast um blómurnar, sum vaksa yvir um landamørk, so hertaka og bumba vit lond. Meira vil hava meira. Vit týna sakleys menniskju, útrudda fleiri djórasløg, brenna niður tann lívgevandi skógin og eyðræna ríkidømi, sum er í sjónum og á  landi. Grammleikin er gudur okkara.

Í grisku mytologiini hoyra vit um Kassandru, sum áttu evnini at síggja inn í framtíðina. Men hvat nyttaði hetta, tá ið ongin vildi trúgva henni …

Mikael Wiehe helt, at Greta Thunberg, sum hevur brúkt tað nógva av sínum barnaárum at tosa fyri einum deyvum heimi og alt ov líkasælum politikarum um veðurlagsbroytingar, er tíðarinnar Kassandra.

Vit skulu bæði trúgva vísmonnum og teimum ungu, sum ikki vilja arva eina dálkaða og ovurupphitaða jørð.

Men tað er ein góður uggi, at fólk her á staðnum vildu trúgva Finnboga Joensen, sum hevur gjørt tað til sítt lívsverk at planta trø og prædika endurnýtslu. Vit síggja í dag vøksturin og tær mongu vøkru greinarnar av hesum. Og børn av sannleikanum gerast fleiri og fleiri.

Fyrimyndarliga gongur Gunnhild Dahl Niclasen í mínum egna nærumhvørvi undan at broyta føroyskar vanar, at steðga matoysli og at tálma ovurnýtslu. Og eisini rós til Ingilín Strøm, sum á hæsta føroyska palli hevur gjørt tað til sína politisku ætlan at gera land okkara grønari.

Hesar seinastu øldina eru stórir tankar føddir í Vestmanna. Og eg trúgvi, at dugnalig og samhugasinnaði fólk framhaldandi vilja slóða vegin …

Tit eiga framvegis løgmann, og her í Vestmanna eru tað kvinnurnar, sum nú stinga út í kortið. Tað eigur at gera mun. Ja, vit kunnu øll gera mun!
Um allan heimin finnast einstaklingar, felagsskapir og rørslur, sum vilja standa saman um minka útlátið av koltvísúrni, CO 2. Vit hava ikki loyvi bara at hugsa um okkum sjálvi. Tað eru komandi ættarlið, sum skulu arva Jørðina.

Ja, hendan heimin, har sólin er vorðin meiri brennandi, har regnið er vorðið meiri stoytandi, har luftin er vorðin meiri eitrandi, har ísurin er vorðin meiri flótandi, har ódnirnar eru vorðnar hættisligari, har strendurin eru lækkandi, har skógurin minkandi og oyðimerkurnar eru vaksandi.

Ikki eigi eg sjálvur evnini at síggja inn í framtíðina, men eg eigi vónina og túnna uppá, at verðin gerst eitt betri stað hjá mannaættini, hjá landdjórunum og hjá fiskinum sum svimur í havinum.

Vit vita, bæði sum foreldur og sum ommur og abbar, at vit eisini mugu gera okkara part fyri komandi ættarlið, sum her skulu búgva.

Teir vísu kinesarnir siga, at tann besta tíðin at planta eitt træ var fyri tjúgu árum síðani. Er tað rætt, so var tað eisini rætt at planta trø her fyri góðum 30 árum síðani.  Tað er altíð rætt at planta trø.

Eisini fyri 80 ella 100 árum síðani.  Nøkur av teimum størstu og flottastu trøunum, sum eg havi sæð her í Føroyum standa her í Vestmanna. Tá ið eg ein sunnumorgun, júst fyri einum ári síðani, gekk við staðkendum vinfólkum túr í hesi vøkru og mentaðu bygd, vóru tað hesi hávaksnu trøini, sum hugtóku meg allarmest.

Men vit komu eisini niðan í hesa viðalund. Har sjálvt tann minsta grannin vitnar um eina spírandi framtíð.

So verið góð við trøini. Òansæð hvussu stór ella smá tey eru. Øll eru tey livandi verur, sum siga søguna um lívið, sum er og sum var. Hvussu tað er at vera úti í sólini, vindinum og regninum. Hvussu tað kennist at standa í lívd. Og týdningin av at trívast og at onkur sær teg og er góður við teg. Trøini læra okkum at lurta eftir áunum. At njóta fuglasangin. Hvussu gott tað er at merkja moldina millum fingrarnar. Og at ganga á grasinum.

Náttúran er sjálvt lívið! Mannalívið, skúlalívið, frítíðarlívið, fuglalívið og djóralívið.
Øll eru vit smáar plantur her á jørð.  Vit vaksa og trívast í góðum jørðildi.

Gævi menniskju og plantur í allar tíðir koma at eiga sterkar røtur her í Vestmanna. At tit kunnu standa í vindinum. Tola regnið. Og fáa nógvar fagrar sólskinsdagar.

Og kanska hevur vanligi vestmenningurin lært eitthvørt av trøunum, sum forfedrar tykkara gróðursettu. Trøini geva sær góðar stundir at vaksa. Eru sum børnini. Í fyrstani smá og følin. Men øll vita vita, at við árunum gerst bulurin størri og rótin sterkari. Ein dag stendur træið í sínum sprota.

So kanst tú undrandi spyrja um, slag ella uppruna. Ella hvør eigur teg 
Vakurleikin hevur ongan aldur. Hyggið eftir børnunum og lurtið eftir teimum gomlu. Gev margfeldinum ans. Ongar blómur, runnar ella trø eru eins. Hvørt  mannabarn og alt livandi á foldum er nakað heilt serligt.

Øll eru vit bara døggdropar av dýrum dreymum og heystlittum búnaðum bløðum, sum ein dag flagsa frítt í tíðarvindunum.

Takk fyri og við vón um eina bjarta og grøna framtíð í Føroyum.

– Steintór Rasmussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder