Vinna

Vesturvarði fekk um skrúvuna

Vesturvarði er sleipaður til Klaksvíkar

2024-04-03 07:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 06:15 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at Vesturvarði hevði fingið um skrúvuna. Vesturvarði var tá til fiskiskap eystanfyri Føroyar.

Boð vóru send eftir Brimli, at sleipa Vesturvarða til lands. Brimil sleipaði Vesturvarða til Klaksvíkar. Klokkan 22 komu skipini á Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder