Thor landar svartkalva í Havn
Garnaskipið Thor landar 21.000 pund av svartkalva í Havn, teir hava roynt eystanfyri.
Anru landar í Miðvági
Anru, sum hevur roynt á Føroya Banka landar í Miðvági, teir hava 55.000 pund, mest hava teir av toski.
Búgvin landar í Klaksvík
Trolbáturin Búgvin landar til NFCS í Klaksvík, teir hava 14.000 pund, Búgvin hevur roynt norðanfyri í tríggjar dagar.
Núpur hevur havt rokfiskiskap á Føroya Banka
Línuskipið Núpur, sum hevur roynt á Føroya Banka, siglir inn við fullari last - góð 160.000 pund, harav 130.000 pund er toskur,