38.000 pund av útróðrarfiski eru boðin út á Fiskamarknaðinum
Bátarnir, sum royna við línu, hava brúkiligan fiskiskap.
Klakkur landar í Klaksvík
Línuskipið Klakkur landar í Klaksvík, teir hava 120 tons av frystum fiski.
Kvikk landar á Kósini
Línuskipið Kvikk landar á Kósini, teir hava 60.000 pund.
Christian í Grótinum skal landa í Kollafirði
Christian í Grótinum er á veg á Kollafjørð við 1.000 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.