Vinna

Vinnuhúsið og Pohang undirskrivað samstarvsavtalu

Átta umboð úr Suðurkorea hava seinastu dagarnar verið í Føroyum fyri at kunna seg um møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi

2025-10-22 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánadagin vitjaðu átta umboð úr Suðurkorea í Vinnuhúsinum. Vitjanin endaði við, at partarnir undirskrivaðu eitt fyribils MOU-skjal, har Vinnuhúsið og býurin Pohang avtala at kanna møguleikar fyri vinnuligum samstarvi.

Umboðini hava eisini vitjað ymiskar vinnufyritøkur, Tórshavnar Havn, Sev og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Miðdepil fyri fiskivinnu og battarítøkni
Pohang og økið kring býin er miðdepil fyri fiskivinnu í Suðurkorea og er samstundis kent fyri at vera frammarliga innan fyri battarítøkni.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at vinnuligir møguleikar eru hjá báðum pørtum av einum samstarvi.

”Í Pohang arbeiða tey við at menna battarítøkni, eitt nú til skip og bátar, meðan vit í Føroyum hava nakrar av fremstu veitarunum av útgerð til fiskivinnu og aling. Eisini er stórur áhugi í Føroyum fyri at útflyta fiskavørur til Suðurkorea”, sigur Niels Winther.

Vantandi fríhandilsavtala
Nú verður arbeitt víðari við at greina, hvørji øki geva meining at samstarva um.

”Vit eru í byrjanini av einum samstarvi, og vit fáa at síggja, hvussu leikur fer”, sigur Jón Sigurdsson, nevndarformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

“Áhugi tykist at vera á báðum síðum, men ein forðing fyri at menna slíkt samstarv er vantandi fríhandilsavtala millum Føroyar og Suðurkorea. Hetta ger tað torført at samhandla. Vónandi kann hetta samstarvið verða við til at skunda undir, at vit fáa ein fríhandilsavtalu í lag”, sigur Jón Sigurdsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder