Politikkur

Vitjan úr Ísrael í Mentamálaráðnum

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur havt vitjan av umboðum frá Tel Aviv Universiteti í Ísrael, sum eru í Føroyum í sambandi við eina altjóða granskingarverkætlan..

2026-10-02 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Talan er um Uriya Shavit, professara, og tveir ungar granskarar, Antonio Peña og Premton Asllani. Granskingarverkætlanin snýr seg um jødiskt lív og jødiskan samleika í smærri samfeløgum kring heimin. Á fundinum varð millum annað tosað um sambandið millum Føroyar og Ísrael, og møguleikarnar fyri samstarvi innan hægri útbúgvingar. Bárður á Lakjuni fegnaðist um vitjanina og høvið at skifta orð um hesi viðurskifti.

– Tað hevur stóran týdning, at vit hava gott samband við Ísrael og jødiska fólkið. Jødiska søgan og mentanin hava havt stóran týdning fyri okkum, og tí er tað bæði áhugavert og virðismikið at fáa høvi at skifta orð við granskarar, sum arbeiða við jødiskum lívi og samleika, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder