Ítróttur

 Føroyameistarakappingin í leirdúgvuskjóting

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki

2023-08-11 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Byrja verður leygardagin 12. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.
Vikuskifti eftir tann 19-20. august, skal vinnarin í OL trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á
Sandvíkum í Tórshavn.
Seinasta FM kappingin í ár, verður í OL skeet í døgunum 26-27. august. Fyrri dagurin er við
Norðskála, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.
Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er:
https://skot.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder