2022-10-23 11:16
Seinasta umfar í Betri-deildini hjá monnum 2022 var leikt í gjár.
07 Vestur tók ímóti AB á Dungasandi. Liðini vóru jøvn í stigum áðrenn dystin, og tí kundi vinnarin enda ovari av teimum báðum á stigatalvuni.
Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, og tað hevur við sær, at bæði 07 Vestur og AB endaðu við 29 stigum.
Tey 29 stigini er tað mesta 07 Vestur hevur fingið í bestu deildini hjá monnum uppá eitt kappingarár.
07 Vestur hevur spælt sjey kappingarár í bestu deildini.
| Ár | Stig | Nr á stigatalvuni |
| 2009 | 19 | 10 |
| 2011 | 24 | 9 |
| 2013 | 14 | 10 |
| 2017 | 28 | 9 |
| 2018 | 17 | 10 |
| 2021 | 28 | 6 |
| 2022 | 29 | 7 |
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald