Annað

Aftur ein stórur laksur fingin í Dálánni í Kollafirði í kvøld

Jóannes Jónsveinsson Debess fekk stóran laks - 11 ára gamli Jóannes Jónsveinson Debess á Oyrareingjum, fiskaði ein stóran laks í Dalánni í kvøld.

2023-08-30 22:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Laksurin bleiv máldur og vigaður, hann var 90 cm langur og vág 14 pund. Jóannes er hugagóður sílafiskari, nærum hvørja fríløtu stendur hann við ánna og fiskar.

Handilin hjá Jógvan Weihe hevur havt fiskikappingar koyrandi hvørt summar í nøkur ár, og hevur Jóannes verið við trý tey síðstu árini. Hendan fiskikapping hevur heilt víst kveikt áhugan hjá nógvum ungdómum at fiska, og eigur Jógvan Weihe stórt rós fyri tað.


Týsdagin skrivaðu vit um Baldur Bartalsson, sum fekk ein stóran laks í Dálánni í Kollafirði - les um tað her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder