Ítróttur

Aron heldur fram at skara framúr

Við meira enn helminginum av atkvøðunum á sona-appini, varð Aron Benjaminsen úr Víkingi valdur til besta spælara í MeistaraDeildini hjá monnum í juni og juli mánað

2026-08-03 09:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Undan dystinum við Margáir sunnudagin var besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í juni og juli kunngjørdur. Og annan mánaðin á rað fór Aron Benjaminsen úr Víkingi avstað við heiðurinum.

Umframt Aron Benjaminsen, vóru Mathias Voss úr HB og Petur Knudsen úr NSÍ eisini tilnevndir.

Men tá avtornaði fekk Aron meir enn helmingin av atkvøðunum, sum farnu dagarnar eru avgreiddar á sona appini.

Tað var Harry Benjaminsen, ið vegna FSF handaði abbasoninum eitt gávubræv frá Føroya Tele og eitt heiðurstekin uppá, at Aron Benjaminsen var besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í juni og juli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder