
Finnur Fríði, sum hevur verið á sildaveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, kemur á Tvøroyri um 10-tíðina í kvøld, teir hava 1.500 tons av góðari sild - støddin liggur um 400 gramm.
Finnur Fríði hevur roynt á umleið 64N og 2V, tað eru nógv føroysk og útlendsk skip á sildafeltinum norðanfyri.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt verður, at bara stór sild er at fáa, so spurningurin er um tann yngra sildin kemur at svíkja, tað kann síggjast aftur í komandi tíðum.
Finnur Fríði byrjar at landa beinanvegin teir koma á Tvøroyri, seinast teir landaðu til Varðan Pelagic, tá kláraði virkið at fáa 33 tons ígjógnum um tíman, so teir rokna við, at nú koma teir uppá 35 tons um tíman, um so er, so tekur tað 42 tímar at landa Finn Fríða, tað passar væl, tí tá er Tróndur í Gøtu komin á Tvøroyri, teir hava fiskað makrel í norskum sjógvi og eru áveg heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald