2018-09-27 16:34

Finnur Fríði, sum hevur roynt eftir sild í íslendskum sjógvi, kemur á Tvøroyri seint í kvøld við 900 tonsum av sild, sum teir landa til Varðan Pelagic.
Finnur Fríði hevur roynt á umleið 65,3N og 10V - vit á JN.fo tosaðu umborð fyrr í dag, teir siga at tað er góð sild teir koma við, støddin liggur um 400 gramm, og sildin er í góðum standi, teir søgdu eisini, at sildin gekk skjótt eysturyvir.
Føroysku skipini - Jupiter og Fagraberg - eru eisini á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Lastin hjá Finni Fríða er fyrsta sildalastin hjá føroyskum skipum í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald