2018-01-04 09:17

Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun við 450 tonsum av svartkjafti, sum teir høvdu fiskað sunnnast í føroyskum sjógvi.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir gjørdu eitt langt tov og avgjørdu so at koma inn, upprunaliga var ætlanin at landa svartkjaftin til Pelagos, men av tí at tovað varð so leingi, so rokna teir við, at svartkjafturin ikki er so góður at heillfrysta, tískil landa teir til Havsbrún.
Tróndur fer, tá ið liðugt er at landa, á makrelveiðu í ES-sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald