Vinna

Jupiter siglir inn av makrelfeltinum

...

2018-09-09 10:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava verið í altjóða sjógvi, tætt norðanfyri føroyska makrið.

Jupiter skal landa á Tvøroyri, í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, teir verða liðnir í nátt og tá sleppir Jupiter framat. Jupiter verður á Tvøroyri í kvøld.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Jupiter fyri løtu síðan, sagt varð, at tað er góður makrelur skipini fáa, tað eru nógv skip á feltinum norðanfyri, bæði russisk, íslendsk, grønlendsk, norsk og føroysk.

Tað hevur viðrað væl hendan túrin og sagt verður framvegis frá góðum veðri.

Les eisini HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder