Vinna

RAN hevur havt hampuligan fiskiskap eftir kongafiski

...

2018-09-28 09:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ran, sum hevur verið á kongafiskaveiðu á leiðini norðanfyri Jan Mayen, í altjóða, siglir heim við 310 tonsum av kongafiski, teir verða á Havnini fyrrapartin í morgin.

Fiskiskapurin hevur verið hampuligur, har hava eisini verið 10 trolarar úr ES, men teir eru eisini givnir nú, tá ið fiskiskapurin minkaði.

Ran hevur verið tað einasta føroyska skipið, sum hevur verið har á leiðini, men Enniberg, sum hevur verið í Grønlandi er nú ávegis til Jan Mayen.

Tað eru 22 mans við hendan túrin, skipari er Esben Poulsen úr Havn.

Ran skal landa í Havn.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder