2018-11-10 16:39

Matstovan í Miðvági Smiðjan fer í kvøld undir nýtt átak, sum tey kalla ???Grøna løtan???.
Kappingin við Havnina um ungdómin er hørð, og fara tey flestu ungu suður til Havnar tá ið tey fara í býin leygarkvøld.
Framyvir fer Smiðjan at hava eina sokallaða Grøna løtu hvørt leygarkvøld millum klokkan 22 og 24. Tey vilja við nýggja átakinum bjóða ungdóminum at byrja býtúrin í Smiðjuni í Miðvági, og so tekur Grøni bussur fólkini við harfrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald