Ítróttur

Gudmundur Joensen fekk fyrsta heiðursmerkið til Føroyar

...

2013-07-14 21:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Gudmundur Joensen fekk fyrsta heiðursmerkið í hús, tá ið hann vann bronsu í triathlon tíðliga í morgun - vit hava í skrivandi stund ikki tíðirnar hjá Gudmundi, men sera flott Gudmundur.

Torkil Veyhe súkklaði eisini eitt heiðursmerkið í hús á 110-km teininum - eisini flott Torkil.

Landavegssúkklingin byrjaði í morgun kl. 08.00 lokala tíð, súkklað varð 110 km..

Torkil Veyhe kom á mál sum nr. 2 við tíðini 2 t. 49 min. 40 sek. bert 15 sek. aftanfyri vinnarin, ið er av Guernsey. Og beint framman fyri mannin sum bleiv nr. 3.

Gunnar Dahl Olsen gjørdist nr. 10, hann brúkti 3 tímar um at súkkla teir 110 km.

Jóanis Albert Nielsen gjørdist nr. 24, Jóanis Albert var so óheldigur, at súkklan punkteraði, eftir at hann hevði koyrt 77 km, nýtt hjól varð sett undir og hann helt áfram - hann súkklaði teinin á 3t. 8 min og 39 sek. Jóanis Albert fylgdist við Gunnar Dahl Olsen, tá ið óhappið hendi, Jóanis Albert kom væl aftur, hann sigur, at tað gekk væl og at hann var væl fyri í dag.

Bogi Christiansen var eisini við, men hann gavst eftir at 70 km vóru súkklaðir - tað vóru 9 súkklaðar sum ikki gjøgnumførdu súkklingina á 110-km teininum - Hitin lá um 33 stig tá ið súkklað varð.


??rslitið gjørdist:

PositionBibCompetitorIslandResultMedal
1st21Tobyn HortonGuernsey2:49:25.986Gold Gold
2nd11Torkil VeyheFaroe Islands2:49:40.466Silver Silver
3rd28Andrew RocheIsle of Man2:49.40.495Bronze Bronze
10th    10Gunnar D. OlsenFaroe Islands3:00:00.685
24th    9Jóanis Albert NielsenFaroe Islands3:08:39.292

Síggj øll úrslitini her.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder