Lýsing

SørVings, Strámenn og Blátt Gras fara á pall í Sørvági

Tað verður lagt upp til eitt rimmar tónleikakvøld í Dansistovuni í Sørvági, tá SørVings, Strámenn og Blátt Gras fara á pall..

2026-09-23 22:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Her verður nakað fyri bæði tey, ið minnast tónleikin frá fyrr, og tey, ið bara vilja njóta eitt gott kvøld við føroyskum tónleiki. Á skránni verða kendir tónar, og ein góð blanding av føroyskum tónleiki og bluegrass.

SørVings fara aftur á pall við tónleiki, sum hevur røtur heilt aftur í 80'unum. Strámenn fara at tulka sangir eftir Jóan Jakku Guttesen sála, og Blátt Gras fer við sínum væl svingandi bluegrass- og countrytónum at seta lív í Dansistovuna.

Kom og uppliv eitt hugnaligt kvøld við góðum tónleiki.

Keyp atgongumerki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder