
Nú hava vit so havt Bartalsstovu aftur í eitt hálvt ár og tað er ein sannroynd, hvussu stóran týdning tað hevur fyri bygdina! Og GAGN, ja tað er vist!
Eg loyvi mær tí at senda Bartalsstovu eina heilsan, har eg taki afturíaftur nakað av tí, eg bar fram tá:
Bartalsstova er sum ein lívæðr hjá okkum bygdafólki. Her verður ikki bara handlað, men eisini felagsskapur og hugni eru ein náttúrligur ávøkstur av her at møta og kenna síni bygdafólk. Og tað hevur alstóran týdning.
Tíðin, afturlatið var, prógvaði – bæði fyri mær og mongum øðrum – at vit kunnu ikki vera fyriuttan handil í bygdini. Nógv høvdu á munni, at tey kendu tað, sum misti bygdin ein part av sínum samleika og høvdu trupult við at finna seg til rættis í nýggja veruleikanum.
Og tíbetur varð tað, sum vit vónaðu og væntaðu: sandavágsfólk liggja ikki á latu síðuni og Bartalsstova lat uppaftur!
Tí eisini her í bygdini eru fostrað fólk við áræði, ið síggja møguleikarnar og týdningin at halda fast í handilsmentanini her hjá okkum í Sandavági.
Hjá okkum bygdafólkum – og tá serliga hjá eldri, óhjálpnum og børnum – kann týdningurin av at hava handil í bygdini ikki yvirmetast – heldur ikki í 2025.
Tí er tað so sera hugaligt, at ung sandavágsfólk fóru undir aftur handilin, ið aftur savnar okkum um eitt felags átak, ið er til gagns fyri stór og smá, ung sum eldri í bygdini. Tað er so serstakliga vónríkt og okkara partur sum viðskiftafólk má ikki liggja eftir!
Tú og eg mugu stuðla. Tí tað gagnar okkum. Vit mugu keypa her í OKKARA handli. Hetta er vegurin fram, skulu vit kunna varðveita henda fyri okkum so gevandi handilin, ið ikki bara selur okkum vørur, men er ein sosial eind, sum fremur samanhald, ið gevur okkum styrki og felagsskap, ið elvir til trivnað og hugna, ið styrkir bondini okkara millum. Har tað fæst ein kaffimunnur við onkrum søtum afturvið og ikki minst nýbakað morgunbreyð og annar bakstur!
Handilin er OKKARA og handilin er VIT – hann er partur av okkara samleika.
Vit kunnu nú aftur fara inn í Bartalsstovu og møta frískum “gongukonum”, óførum dyppifólki, fittum vøggustovu- og barnagarðsbørnum, ið hjálpa at keypa inn, glaðum børnum, ið hugagóð selja nakrar fløskur, teimum eldru, ið framvegis eru røsk at ganga til handils, lokala vinnulívinum, ið fær sær okkurt gott til kaffisteðgin, arbeiðsmonnum, ið onkra løtu arbeiða her, útlendsku ferðafólkunum, ið forvitin vitja okkara land og bygd. Løturnar, vit renna okkum í kend sum ókend, heilsast og fáa eitt gott prát. Og so ikki at gloyma fyrikomandi starvsfólkunum úr familjuni Weihe Nielsen við Jens Eriki sum undangongumanni. Hetta eru løtur, ið eru lívgandi og mugu virðismetast og varðveitast.
Prátini, smílini, kundavinsemið, tænastusinnið og felags ognarskapin, ein kennir í Bartalsstovu, eru gull verd.
Til ber nú aftur at keypa tilfar í bygdini til eitthvørt høvi og tiltak! Fjallmenn fáa fatur á eini sjokulátaplátu og eini sodavatn! Børnini kunnu nú aftur selja nakrar fløskur, tey hava funnið! Ommu- og abbabørn kunnu fara handilsørindi fyri síni eldru! Tey nógvu ferðafólkini, ið gista í bygdini, fáa somuleiðis aftur tað mest neyðturviliga í nærumhvørvinum! Vit kunnu keypa ein Gekk í heimbygdini! Og nakað av apotekaravørum eru nú eisini afturkomnar!
Hjá okkum, ið eru góð við okkara bygd, hevur handilin ovurstórt virði. Eisini í samband við trivnaðarátøk í okkara heimbygd er handil av avgerandi týdningi. Tey tiltøk, ið kommunan og ítróttarfelagið, sum húsast í nærmastu grannahúsum, so fyrimyndarliga skipa fyri, fara nú aftur at fáa gerandisvørur og nakað væl afturat til keyps her í bygdini.
At opið nú eisini er seinnapart sunnudag, er eisini til stórt gagn fyri bæði okkum bygdafólk og fólk úr hinum bygdunum í oynni.
Fyri bygdina í kappingini um at bjóða seg fram sum bústað hjá bæði ungum og gomlum, familjum og einstaklingum, er eisini av stórum týdningi at hava handil í bygdini.
Tykkum í Bartalsstovu skal eg tí nú enn einaferð senda eina hjartans tøkk. Lat meg enda við hesum orðum:
Bartalsstova er til gagns fyri okkum – lat okkum vera til gagns fyri Bartalsstovu!
Maria Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald