Vinna

BIRITA TN 132 er seld

Vestmenningar og Hvalbingar hava keypt Biritu.

2026-10-15 09:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fiskimannafelag.fo skrivar:

Vestmenningar og Hvalbingar hava keypt

Sum skilst so er partafelagið, Gráastein Sp/f, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu TN 132 selt.

Keypararnir eru eitt felag aftanfyri uppsjóvarskipið Vestmenning, sum kemur at eiga 40% -og eitt felag aftanfyri uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum kemur at eiga 60%.

Sum skilst er keypsprísurin onkunstaðni ímillum 250 og 300 mill. kr..

Birita er ikki gamalt skip í føroyska flotanum. Tað kom á Havnina í november í 2021. Skipið kallaðist tá Havfisk og var tá keypt úr Norra.

Í november í 2025 var ætlan at selja Biritu. Tá skrivaði Frihedsbrevet, at trý reiðarí høvdu ætlanir at bjóðað 258 milliónir krónur, men tað kom ikki so langt.

Herfyri var ætlanin at Gráastein Sp/f skuldi uppí eitt stórreiðari. 

Kappingareftirlitið hevði tá góðkent, at Ango, Gráastein og helvtin av felagnum Kinnfelli, sum nú eitur smápartafelagið 7. mai 2026, skuldu leggja saman í eitt felag. 

Men, fyri Gráastein Sp/f bleiv tað av ongum. 

Nú er partafelagið aftanfyri Biritu, selt, sum skilt fyri í millum 250 - 300 mill. kr. til tvey feløg, eitt í Hvalba og eitt í Vestmanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder